Jan Müller á ONS, Stavanger
“Anyone is welcome to buy the company at the right price”, ”Ein og hvør er vælkomin at keypa felagið til tann rætta prísin”, segði stjórin í felagnum, Graham Stewart, á altjóða oljumessuni í Stavanger, har Faroe Petroleum luttekur við egnum bási.
Útsøgnin kemur í kjalarvørrinum á ósemju, sum tók seg upp millum leiðsluna í felagnum og størsta einstaka partaeigaran, norska oljufelagið DNO, eftir at tað kravdi at fáa tveir nevndarlimir í felagnum. Tað ynskti verandi leiðsla og partaeigarar tó ikki. Nú hevur stjórin í Faroe Petrolum so nýtt høvið her á oljumessuni ONS at taka málið upp og hevur greitt frá støðuni hjá felagnum til slíkt krav, sum verður mett at vera bæði óhóskandi og órímuligt, tí feløgini eru kappingarneytar á norska landgrunninum.
Graham Stewart: ”Verður roynt at fáa ræðið á felagnum á annan hátt enn at rinda tað felagið veruliga er vert, er tað ein ”unfair” gerð móti partaeigarunum. Vit hava einki ímóti DNO. Vit virða teir. Teir eru eisini partaeigari, og vit hava nógvar partaeigarar. Vit mugu viðfara teir allar eins,” segði Graham Stewart á ONS og vísti annars til, at Faroe Petroleum var vant til hóttanir um yvirtøku og var tilreiðar at verja felagið.
”Vit eru m.a. vanir við hóttanir frá onkrum, sum hevur viljað fingið ræðið á felagnum uttan at rinda premiuna, so vit hava altíð havt eina sera sterka verjustrategi til at taka. Rothschild fyritøkan í London er okkara verjuráðgevi, og teir eru sera dugnaligir til sítt arbeiði".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald