Týska stjórnin ber ótta fyri, at Russland fer at misbrúka árliga viðlíkahaldið av Nord Stream 1 leiðingini til heilt at stongja fyri gassinum til landið, sum vil økja vandan fyri eini veruligari orkukreppu í størsta búskapinum í Evropa. Hetta skrivar Financial Times.
Fyrr í mánaðinum minkaði Russland gassveitingarnar gjøgnum Nord Stream 1 leiðingina við 60%. Leiðingin, sum er ein av teimum týdningarmestu veitingarleiðunum úr Russlandi til Evropa, fer at verða stongd í tvær vikur frá miðjan juli orsakað av umvælingararbeiði.
Keldur í týsku stjórnini sigur við Financial Times, at man ber ótta fyri, at Gazprom, sum russiski staturin eigur, fer heilt at stongja fyri gassinum til Týskland, meðan umvælingararbeiðið fer fram. Og tað fer at undirgrava møguleikarnar at fylla gassgoymslurnar innan komandi vetur.
Týska stjórin finst harðliga at Russlandi fyri at brúka orkuvetingar sum vápn í stríðnum millum eystur og vestur. Russland svarar aftur og sigur, at neyðugt er við fleiri umvælingum í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald