Grannar okkara fyri sunnan, Hetland, leggja eins og føroyingar stóran dent á at útbyggja orkukervið við varandi orku frá eitt nú vindmyllum.
Ein risastór vindmylnuverkætlan hevur verið í umbúnað og ávegis í fleiri ár, og nú síggjast so fyrstu partarnir av teimum 103 vindmyllunum í havnini í Lervick, har tær verða uppskipaðar.
Gjørt verður klárt til at seta vindmyllurnar á betongelement
Talan er um Vestas vindmyllur av umleið sama slag, sum tær, ið eru partur av vindmylnulundunum við Oyggjarvegin omanfyri Havnina. Tað er felagið SSE Renewables, sum eigur Viking Windfarm, ið stendur fyri stóru útbyggingarætlanini, ið skal veita streym til oyggjarnar umframt at kunna útflyta streym víðari inn á skotska meginlandið, tá kaðalsambandið millum Skotland og Hetland er klárt at taka í brúk. Tað var flutningsskipið BBC Ruby, sum flutti fyrstu partarnar av vindmyllunum á bryggjuna á Greenhead Base í Lerwick.
Flótandi hotell til arbeiðsfólkið, sum skulu seta vindmyllurnar upp
Umframt vindmyllur á landi verður eisini arbeitt miðvíst at menna vindmylnulundir til havs í fyrsta lagi eystan fyri Hetland men í framtíðini eisini vestan fyri oyggjarnar. Tær skulu so vera partur av samlaðu orkuskipanini í oyggjunum, sum umframt at veita og útflyta streym til húsarhald í bæði Hetlandi og Skotlandi, eisini skulu brúkast í framleiðsluni av vetni og brennievnum til eitt nú fiskiflotan.
Vindmyllurnar koma so eisini at hava ein stóran týdning fyri framtíðar kolvetnisvirksemi bæði eystan og vestan fyri Hetland, sum ói støðugt størri mun skal brúka streym frá vindmyllum til raksturin av framleiðslunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald