Innanlands

-Grøna orkuskiftið á einum vegamóti

-Nú má farast undir tungu tøknini. Til tað krevst politiskt dirvi, stórar íløgur og breitt samstarv millum tað almenna og privata..

2026-10-23 16:37 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta segði Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í orkumálum, tá hon setti orkutiltakið “Grøn orka loysir seg” í Norðurlandahúsinum í morgun. Hon vísti aftur, at grøna orkuskiftið er steðgað upp og helt, at vit eru komin á eitt vegamót og helt fram:

-Orkuskiftið er ein av størstu samfelagsbroytingunum, sum vit standa mitt í. Tað krevur stórar íløgur, brúk av aðrari tøkni enn vit eru von við, og at nógvar politiskar avgerðir verða tiknar í kommununum, landsstýrinum og í løgtinginum. Tað krevur politiskt og persónligt dirvi at broyta grundleggjandi skipanir, sum hava verið okkara álit í nógv áratíggju.

Landsstýriskvinnan tók undir við stigtakarunum um, at tað grøna orkuskiftið skal loysa seg fyri vinnuna, húsarhaldini, umhvørvið og fyri Føroyar sum land og helt, at stóri spurningurin er, hvussu vit tryggja, at grøna orkan loysir seg fyri alt samfelagið og hvussu vit fyribyrgja, at vit ikki gerast so sein á sjóvarfallinum, at kostnaðurin av orkuskiftinum kortini gerst alt ov høgur.

-Føroyar eru framvegis í stóran mun bundnar at innfluttari orku. Tað ger okkum viðbrekin fyri broytingum í altjóða oljuprísum og fyri ótryggleika úti í heimi. Tá vit menna okkara egnu orkuútbyggingar úr varandi orkukeldum, minka vit ikki bara um útlátið av vakstrarhúsgassi og sóti. Vit styrkja eisini okkara sjálvbjargni, veitingartrygd og búskaparliga haldførið. Tí er grøna orkuskiftið ikki bara umhvørvispolitikkur, tað er eisini trygdarpolitikkur og vinnupolitikkur. Og tað er politikkur, sum skal geva meining í gerandisdegnum hjá føroysku familjuni.

[object Object]

Landsstýriskvinnan segði víðari, at samgongan hevur sett sær fyri at seta ferð á grøna orkuskiftið og dagføra orku- og veðurlagspolitikkin.

-Vit skulu økja framleiðsluna úr vindi, sól og øðrum varandi orkukeldum. Vit skulu fáa betri samanhang millum útbygging av elframleiðsluni og útbygging av elnetinum. Og vit skulu virka fyri greiðari loyvisgongdum, gjøgnumskygni í el-prísum og fáa øll við í orkuskiftið.

Hesar uppgávurnar eru tætt bundnar at hvørjari aðrari. Skal orkuskiftið eydnast, mugu vit flyta okkum fram á fleiri økjum samstundis. Tað nyttar ikki nógv at framleiða meira grøna orku, um netið ikki kann taka ímóti henni. Tað nyttar heldur ikki, at grøn orka er tøk, um prísskipanirnar ikki eggja okkum til at brúka hana, tá ið mest er til av henni. Vit skulu tí síggja orkuskipanina sum eina heild: framleiðsla, net, goymslur, prísir og nýtsla.

Vit skulu skapa karmar, sum seta ferð á orkuútbyggingarnar. Almenna orkuútbyggingarætlanin gongur tíverri nakað seinni enn upprunaliga ætlað. Tíbetur eru fleiri feløg, sum banka á dyrnar við ynski um at sleppa framat at framleiða el. Eisini eru fleiri orkukrevjandi virki, sum ynskja grøna elveiting. Uppaftur onnur eru áhuga í at gera íløgur í orku- og netútbyggingar.

Sostatt kann staðfestast, at tað skortar ikki uppá góðan vilja at fáa ferð á orkuútbyggingarnar og orkuskiftið. Hetta krevur tó gott samstarv og greiða ábyrgd millum myndugleikar, kommunur, orkufeløg og vinnu.

[object Object]

Eyðdis Niclasen nam síðani við týdningin, sum SEV hevur havt og hevur fyri Føroyar.

-Samstundis sum vit skulu fáa meiri ferð á orkuútbyggingarnar, mugu vit tryggja, at teppið ikki verður tikið burtur undan SEV. Tað er SEV, sum tryggjar okkum øllum eina støðuga og álítandi elveiting. Tað er SEV, sum eigur og rekur netið. Og tað er SEV, sum framhaldandi skal sita við stýripultin og tryggja, at elveitingin røkkur út í hvønn krók í landinum, meðan vit slóða fyri, at øll koma við í grøna orkuskiftið.

Landsstýriskvinnan legði eisini stóran dent á sosiala haldførið í sambandi við orkuskiftið.

-Orkuskiftið verður ikki burðardygt, um tað ikki eisini er sosialt haldført. Tí hevur samgongan sett sær fyri, at eisini húski við lágum inntøkum skulu kunna vera við í orkuskiftinum, og at elbrúkarin ikki skal fáa fleiri byrðar. Grøn orka má ikki bara vera eitt tilboð til tey vælbjargaðu at gagnnýta. Skal orkuskiftið eydnast, má tað geva meining hjá tí einstaka. Tað má vera gjørligt at skilja og at fíggja loysnirnar. Og tað má bera til at síggja fyrimunirnar í egnum gerandisdegi. Júst tí er tað gott, at henda ráðstevnan fevnir so breitt.

Vinnan fylti eisini nógv í setanarrøðuni. -Í dag verða vinnan og orkuskiftið sett á breddan. Vit fara at hoyra um leiðina hjá Føroyum móti størri sjálvbjargni, um gongdina í mun til okkara orkumál og um tær fortreytir, sum skulu vera til staðar fyri at framleiða meira varandi orku inn á elskipanina.

Vit fara eisini at hoyra um leiklutin hjá vinnuni og kommununum, um royndir úr Danmark og um avbjóðingarnar hjá orkukrevjandi brúkarunum á landi og sjógvi. Dagurin endar við politiskum kjaki um, hvat nú skal gerast fyri at fáa ferð aftur á orkuskiftið.

Í morgin verður sjóneykan vend móti húsarhaldunum og ítøkiligu valunum, sum fólk standa fyri. Fokus verður sett á hitaskipanir, sólorku, fígging, elbilar, løðiloysnir og skiftandi elprísir. Eisini verður spurt, hvussu vit tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við. Tað er ein týdningarmikil partur av heildini. Tí orkuskiftið verður ikki bara framt við stórum vindmyllum, sólpanelum, útbygging av elnetinum og politiskum avtalum.

[object Object]

Orkuskiftið verður eisini framt við teimum mongu avgerðunum, sum verða tiknar kring landið hvønn dag. Tá eitt húsarhald velur eina grøna hitaloysn, tá átøk verða gjørd fyri at minka orkutørvin, tá ein fyritøka minkar oljunýtsluna, og tá ein kommuna hugsar orku og veðurlag inn í sína langtíðarætlan og býarplanlegging. Eisini tá vit flyta elnýtsluna til tær tíðir á samdøgrinum, tá ið nógv grøn orka er tøk.

Hvør avgerð sær kann tykjast lítil. Men tilsamans eru tær við til at røkka okkara felags máli um, at grøn orka skal loysa seg. Okkum tørvar kunning, greiðar karmar og veruligar møguleikar at velja grønt. Og vit hava tørv á samstarvi.

Eingin myndugleiki, einki orkufelag, eingin fyritøka, kommuna ella einstakur borgari kann lyfta alla uppgávuna. Men saman kunnu vit gera stóran mun.

Eyðdis Niclasen segði seg vóna,  at hesir báðir dagarnir geva okkum nýggja vitan og størri greidleika um, hvat fremur, hvat forðar og hvørji næstu stigini skulu vera. At vit tora at seta torføru spurningarnar, og lurta eftir ymisku sjónarmiðunum. Og at vit fara herfrá við hugskotum og loysnum, sum kunnu flyta okkum frá orðum til handling.

Tí vit í Føroyum eru so heppin at hava náttúrugivnar møguleikar at gerast sjálvbjargin á orkuøkinum við vatni, vindi, sól og sjóvarfalli. Harumframt hava vit væl útbúgvin fólk, sum við síni vitan kunnu vísa á tøkniligar loysnir, fíggingarmøguleikar og grundgevingar fyri, hví tað loysir seg at fremja orkuskiftið nú og í árunum frameftir.

Tí grøna orkuskiftið er ein fortreyt fyri einum sterkari, tryggari og meiri sjálvbjargnum Føroyum segði Eyðdis Harmann Niclasen, tá hon setti stóra orkutiltakið í Norðurlandahúsinum. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder