Uttanlands

USA ger álop á iranska oljuoyggj

Eygleiðarar bera ótta fyri, at USA fer at herða atgerðirnar móti Iran eftir miðvalini, og tað kann ávirka oljuprísin.

2026-11-03 19:04 Author image
Jan Müller

Eftir at vera lækkaður munandi í gjár hækkaði oljuprísurin aftur týsmorgun við tveimum dollarum til 106,4 dollarar.  Tað hendi eftir tíðindi um amerikonsk álop á Qeshm oynna, ið liggur nærhendis Hormuzsundið. Oyggin hevur stóran strategiskan týdning fyri Iran.  

 At prísurin brádliga lækkaði nógv mánadag stóðst av tíðindum um, at londini skuldu fara undir aftur samráðingar. 

Amerikanski forsetin Donald Trump sigur í eini viðmerking, at talan var um at verja amerikonsk áhugamál og legði aftrat, at USA hevur longu vunnið kríggið. Iranar siga, at teir hava skotið niður eina amerikanska dronu. 

[object Object]

Trump  hevur eisini ávarað Iran um, at USA kann fara undir aftur álop. Tað hevur fingið eygleiðarar at bera ótta fyri uppaftur hægri oljuprísum, um so er, at USA fer at økja um álopini  á iranskan oljuútbúnað. Ein høgtstandandi iranskur embætismaður skal sambært Reuters hava sagt, at londini standa langt frá hvørjum øðrum at røkka eini avtalu, sum kann loysa upp fyri støðuni í Hormuz-sundinum. 

Nú verður so bíðað í spenningini, um úrslitið av amerikonsku miðvalunum kann fáa avleiðingar fyri støðuna í Miðeystri. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald