Góða summarið hevði við sær, at lítið av vatnorku og vindorku var tøkt á netinum mitt á sumri. Men heystveðrið, sum byrjaði í september hevði hinvegin við sær, at elframleiðslan úr burðardyggum orkukeldum var góð 74% í september, harav vindorkan stóð fyri 41%.
Størsta broytingin er nøgdin av sólorkutímum, sum eru komnir inn á netið. Samlaða framleiðslan inn á netið fyri sólorku var 627.813 kWt fyri tíðarskeiðið januar og til við september 2026. Hetta svarar til 130 tons av olju, sum aftur er svarandi til ein dags oljunýtslu á Sundsverkinum, ella streymnýtsluna hjá 100 vanligum húsarhaldum.
Í løtuni eru uml. 134 smærri og størri sólorkuverk uppsett kring landið.
Millum 1. januar til og við 30. septembur var elframleiðslan í meginøkinum 100% grøn í smá 9 samdøgur, og 80% grøn í 56 samdøgur.
Í Suðuroy var elframleiðslan 100% grøn í 100 samdøgur, og 80% grøn í 111 samdøgur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald