Innanlands

Ársins ósvarta orkukjak í Norðurlandahúsinum

Klára vit at framleiða nóg mikið av grønari orku – kunnu vit øll skifta til grønt? Hetta er bara ein av mongu áhugaverdu spurningunum, sum verður vendur rundan um kjakborðið í Norðurlandahúsinum hósdagin.

2022-11-02 19:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Í morgin seinnapart hittist eitt vælvitandi panel av serfrøðingum og politikarum í Norðurlandahúsinum at tosa um orkumál. Hetta er partur av orkuráðstevnuni, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri.

Á borðinum verða spurningar sum:

Klára vit at framleiða nóg mikið av grønari orku – kunnu vit øll skifta til grønt? Hvussu nógv fáa fjarhita? Hvussu fara høgu orkuprísirnir í Evropa at ávirka okkum? Kunnu Føroyar sjálvar framleiða brennievni til ferðslu á sjógvi og landi? Hví hava vit yvirskotsorku frá vindmyllum, og hvat kann hon nýtast til?

Hesi luttaka í kjakinum: Hákun Djurhuus, stjóri, SEV, Bogi Bech Jensen, stjóri fyri talgilding og tøkni, Ørsted,  Helgi Abrahamsen, tingbólkaformaður, Sambandsflokkurin og fyrrverandi landsstýrismaður í orkumálum,  Kári Mortensen, deildarleiðari fyri Orku á Umhvørvisstovuni,  Bjørg Dam, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu,  Jesper Koch, greiningarstjóri hjá Dansk Fjernvarme og  Steffen Nielsen, lektari í orkuplanlegging, Aalborg Universitet. Katrin Petersen, journalistur, stýrir kjakinum.

Orðaskiftið byrjar kl 13.50. Ráðstevnan Ósvart byrjar annars kl 09.00 í morgin og heldur fram til fríggjadag seinnapart.

[object Object][object Object][object Object][object Object][object Object][object Object]

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder