Jarðfeingi, sum m.a. umsitur oljuleiting við Føroyar, kunnar nú á heimasíðu síni um, at 5. útbjóðing til oljuleiting við Føroyar letur upp í summar og verður opin í 120 dagar. Sum skilst letur útbjóðingin upp í seinast í juni og aftur síðst í november mánað.
Sum nakað nýtt bjóðar Jarðfeingi nú eisini oljufeløgunum ókeypis data, sum tey frítt kunnu brúka í sambandi við kanningar og fyrireikingar til at bjóða uppá loyvi. Her er bæði talan um 3D og 2D seismikk umframt brunndata og frágreiðingar av ymsum slag.
5. útbjóðing varð einmælt samtykt av løgtinginum fyrr í mai.
Við hesi útbjóðingini verður eisini miðjað móti at samstarva við okkara bretsku grannar. 5. føroyska og 32. bretska útbjóðingin vera um nøkunlunda somu tíð. Miðjað verður eisini móti at bjóða øki út báðumegin markið, soleiðis at oljufeløg hava møguleika at bjóða tvørtur um mark.
Føroyska útbjóðingin leggur annars upp til at bjóða oljufeløgum loyvistreytir, sum í fleiri førum eru á jøvnum føti við tær bretsku. Haraftrat eru gjørdar broytingar í lógini um 5. útbjóðingarumfar, soleiðis at eitt nú framleiðslugjaldið, royalty, uppá 2% er avtikið. Hetta saman við øðrum broytingum skal gera treytirnar fyri at leita í føroyskum øki lagaligari enn áður. Hetta verður gjørt vitandi, at kappingin um at fáa oljufeløg at gera íløgur í leiting ymsa staðni í heiminum er sera hørð.
Kunnað verður um tær báðar útbjóðingarnar á einum tiltaki í London 20. juni, har umboð fyri øll oljufeløg í Bretlandi eru boðin við. Har verða tey so kunnað um 32. útbjóðingina í Bretlandi og um 5. útbjóðingina á føroyska landgrunninum. Við til hetta søguliga og fyrsta tiltakið av sínum slag verða tí eisini umboð fyri Jarðfeingi, har tey fara at umrøða ymsu tættirnar í 5. útbjóðingini. Ikki kann sigast annað enn, at hetta verður eitt gott høvi hjá Føroyum at bjóða leitingina fram fyri teimum oljufeløgum, sum arbeiða á bretska landgrunninum, harav mong teirra í økjum nær Føroyum.
Tey á Jarðfeingi ætla heldur ikki at liggja sjóvarfallið av sær og hava longu sett út í kortið eina miðvísa kós móti fleiri av teimum mest týðandi og viðkomandi messunum úti í heimi eitt nú í USA og Bretlandi. Í løtuni eru tey á messu í USA fyri at kunna um 5. útbjóðingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald