Tinglimirnir siga, at nýggj oljuframleiðsla á bretska landgrunninum stríðir ímóti lyftunum Bretland hevur givið í sambandi við veðurlagsmálini. Bretskir miðlar umrøða tiltakið sum “A rebellion”, uppreistur ímóti leiðsluni í flokkinum. Sagt verður at hetta er fyrsta veruliga styrkiroyndin hjá formanninum í Labour og forsætisráðharranum Andy Burnham, síðani hann tók við valdinum.
![]()
Enn verður bara gitt um, hvørja støðu forsætisráðharrin hevur til framleiðsluna á Rosebank, tó at hann hevur sagt, at hann vil vera pragmatiskur í framtíðar orkupolitikkinum. Eisini fíggjarmálaráðharrin John Healey hevur sagt seg stuðla útbyggingini, sum fer at vera við til at geva inntøkur til landskassan.
Tó hevur orkuráðharrin Miatta Fahnbulleh verið meira varin og ikki so avgjørd, hóast hon hoyrir til grøna vongin í flokkinum. Hon viðmerkir, at lóg og reglar mugu avgera lagnuna hjá Rosebank. Og síðani tær vórðu broyttar hevur Adura, sum eigur kelduna, latið myndugleikunum nýggja og endurskoðaða umsókn.
Um umsóknin livir upp til broyttu treytirnar verður mett, at tað verður torført hjá stjórnini at avgera málið politiskt, tí tað kann skaða eitt nú sambondini millum Norra, sum eigur stóran part av Equinor og so Bretland. Her kann eisini stórt endurgjald koma uppá tal.
Men tað verður tó eisini gitt, at støðan hjá fíggjarmálaráðharranum, sum vil hava fleiri inntøkur eitt nú frá oljuvinnuni, kann bliva avgerandi. Eisini sæð út frá tí sera vánaligu støðu, sum bretski búskapurin er í. At fleiri oljufeløg longu eru rýmd úr Bretlandi og onnur hótta við at rýma kann eisini tulkast sum, at ein góðkenning av hesi stóru oljukelduni verður úrslitið. Íløgur í framhaldandi og nýtt virksemi er við til at halda búskaparhjólunum gangandi.
![]()
![]()
Avgerðin um Rosebank fyllur nógv í bretskum miðlum.
![]()
Jackdaw gasskeldan í Norðsjónum, sum fekk grønt ljós herfyri (vm) og Rosebank oljukeldan við Føroyar, sum bíðar eftir góðkenning. (hm)
Nú tíðin nærkast til, at stjórnin skal taka eina avgerð, skriva bretskir miðlar, at forsætisráðharrin er komin í eina sera torføra støðu, tí likamikið, hvat hann ger, so fer avgerðin at skapa ónøgd. Vinnan, fakfeløgini og stórur partur av politisku skipanini ynskir at geva grønt ljós, meðan umhvørvisfeløg og grønu flokkarnir vilja forða fyri hesum.
Seinasta tiltakið í parlamentinum skal so stuðla teimum, sum eru ímóti eini góðkenning. Tað ljóðar, at tey 75 fólkini, sum hava skrivað undir mótmæli, royna nú at fáa 25 aftrat. Labour hevur umleið 400 tinglimir, so talan er um ein lítlan bólk av øllum limunum. Tað kann gera tað lættari hjá forsætisráðharranum at taka avgerð.
Roknað verður við eini endaligari avgerð hálvan desember, tá fíggjarlógin helst er vorðin samtykt. Herfyri góðkendi stjórnin eina aðra orkukeldu, Jackdaw, sum júst í dag er farin undir framleiðsluna, ið skal kunna nøkta ein part av stóra gasstørvinum.
Verður Rosebank góðkend kann fyrsta framleiðslan byrja longu komandi vár. Tað verður so serstakliga olja men eisini ein partur av framleiðsluni verður gass. Avgerðin um Rosebank kann fáa stóran týdning fyri fleiri aðrar útbyggingar á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar.
![]()
Umframt Rosebank er enn ein stór oljukelda, Cambo, sum júst hevur latið inn umhvørvisumsókn til útbygging. Eitt nei til Rosebank kann spenna bein fyri Cambo og hevur stjórin í Ithaca, sum eigur kelduna hótt við at rýma til Kanada við øllum sínum íløgum setir stjórnin kíla í.
Rosebank keldan liggur einans 12 kilometrar frá føroyska markinum og verður hildin at kunna koma væl við hjá framtíðar virksemi í øllum økinum. Og sama verður við Cambo og hinum smærri keldunum í økinum.
OG nú føroyskt orkufelag hevur søkt um leitiloyvi í sama øki kann hugsast, at eitt komandi undirstøðukervi á Rosebank kann fáa týdning fyri møguliga framtíðar framleiðslu føroysku megin markið.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald