Uttanlands

Bjóða sær at gera fyrstu orkuoynna í heiminum

Hon er donsk og fer at kosta 210 mia. kr. Hon skal standa klár at taka í brúk um góð 10 ár

Fyrsta orkuoyggin í heiminum fer at vera eins stór og 18 fótbóltsvallir og framleiða 3 GW frá havvindmyllum

Fyrsta orkuoyggin í heiminum fer at vera eins stór og 18 fótbóltsvallir og framleiða 3 GW frá havvindmyllum

2021-02-07 13:09 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Danska stjórnin saman við einum stórum meiriluta í danska Fólkatinginum hevur gjørt endaliga avtalu kring karmarnar at byggja eina orkuoyggj í Norðsjónum, 80 kilometrar úr landi.  Hon verður tann fyrsta av sínum slag í heiminum og skal savna og senda víðari streym frá vindmylnulundum til havs, sum tá skulu lata streym til 3 mió. húsarhald í Danmark og síðani lata streym til onnur lond í grannalagnum eisini. Hon verður uppá 3 GW men endaliga orkuframleiðslan, tá øll orkuoyggjaverkætlanin er liðug,  fer at røkka 10 GW. Nú verður so arbeitt við at gera útbjóðingartilfarið klárt. Orkuoyggin verður størsta byggiverkætlan nakrantíð í donsku søguni. 
 
Eitt danskt samtak er longu  tilreiðar at bjóða uppá arbeiðið at gera nógv umrøddu orkuoynna.  Í samtakinum eru m.a. pensiónsgrunnarnir PensionDanmark og PFA, orkufelagið Andel umframt havvindmennarin Copenhagen Infrastructure Partners (CIP). 
 
[object Object]
Umleið 200 vindmyllur fara at framleiða streym til nýggju orkuoynna í umleið 2033
 
-Vit vilja fegnir vera við til at flyta grøna skiftið, sum vit meta henda verkætlanin er týðandi partur av, sigur nevndarformaðurin í Andel, Jens Stenbæk. Samtakið hevur longu eina verkætlan klára, sum hevur fingið heitið VindØ.
 
Mett verður at ein slík orkuoyggj saman við vindmylnulundum fer at kosta 210 mia. kr. Danski staturin kemur at vera høvuðseigarin av orkuoynni, sum eisini fer at hava privatar íleggjarar. Sum skilst tekur tað væl longri tíð at fáa framt umrøddu verkætlan enn hingartil mett. Hon verður neyvan klár at taka í nýtslu fyrr enn í 2033, trý ár seinni enn danir hava sett sær sum mál at minka um CO2 útlátið við 70%. 
 
Umframt mannagjørdu orkuoynna í Norðsjónum fevna ætlaninar eisini um at brúka Bornholm sum orkuoyggj, sum fær streym frá havmyndmyllum, ið tilsamans skulu framleiða 2 GW. Í dag framleiðir Danmark 1,7GW av streymi frá havvindmyllum. ES hevur sum mál at menna vindorkuna til 300 GW innan 2050. 
 
Danmark ætlar við umrøddu verkætlanum at ganga á odda innan grøna orku í heiminum og sum frálíðir framleiða streym til alt Evropa umframt at ganga undan, tá talan er um at framleiða útbúnað til grøna skiftið.
 
Hóast hetta grøna málið, so  hevur stjórnin eisini  valt at halda fram við olju- og gassframleiðslu í 30 ár aftrat fram til 2050. Tó verður nýggj leiting avmarkað til øki nærhendis verandi framleiðslu.  
 
Danska samfelagið hevur m.a. bygt sína vælferð og menning seinastu 50 árini á nettupp framleiðslu av olju og gassi. 
 
[object Object]
Nýggja mannagjørdar orkuoyggin fer at liggja onkunstaðni í Norðsjónum 80 kilometrar út fyri Jútland. Bornholm fer so eisini at verða ment til eina orkuoyggj. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder