Uttanlands

Risastórt oljuskip føroyskur granni komandi 20 árini

Talan er um framleiðsluskipið “Petrojarl Rosebank”, sum júst er komið á leiðirnar eystan fyri Føroyar.

Petrojarl Rosebank, sum nú er komið á oljuleiðina eystan fyri Føroyar. Mynd Altera

Petrojarl Rosebank, sum nú er komið á oljuleiðina eystan fyri Føroyar. Mynd Altera

2026-06-04 15:52 Author image
Jan Müller
placeholder

Her skal tað eftir ætlan taka ímóti og framleiða olju og gass í 20-25 ár. Tað er orkufelagið Adura, sum hevur leigað skipið til stóru uppgávuna í Norðuratlantshavi, har kolvetni ikki eru framleidd áður. Keldan Rosebank liggur 10-15 km. frá føroyska markinum og verður nú gjørt klárt til at kunna taka ímóti fyrstu oljuni og gassinum seint í 2026 ella í seinasta lagi í byrjan av 2027. 

[object Object]Á heimasíðuni hjá Marinetraffic.com sæst Petrojarl Rosebank saman við meira enn 10 offshoreskipum av ymsum slag. Har fer skipið at vera liggjandi komandi 20 árini og framleiða olju og gass. 

Tó eru ikki allar súðir syftar. Bíðað verður nevniliga eftir endaliga loyvinum frá bretsku stjórnini at kunna fara undir framleiðsluna. Ímeðan stjórnin viðger umsókn við nýggjum umhvørviskrøvum, hevur fyristøðufelagið fingið at vita, at tað kann halda fram við fyrireikingunum og útbyggingini. Hóast stjórnin - í tráð við hennara útlátspolitikk - hevur bannað allari nýggjari leiting, so hevur hon eisini gjørt greitt, at loyvi, sum longu eru givin, verða ikki tikin aftur. Tí kenna tey hjá Adura seg trygg við, at tað er bara ein spurningur um tíð, til grønt ljós verður latið.

[object Object]

Hinvegin er øll orkuvinnan í Bretland í eini bíðistøðu. Hon er av røttum ørkymlað og sær fram til, at endaliga avgerðin verður tikin um Rosebank, tí eingin torir at fara undir stórar útbyggingar í tí stóru óvissu, sum ræður nú.  

Byrjað varð annars  longu at leggja útbúnað og rørleiðingar á havbotnin á Rosebank kelduni í fjør. Bíðað hevur síðani verið eftir, at framleiðsluskipið (FPSO), Petrojarl Rosebank varð umvælt og nútímansgjørt í Dubai, haðani tað fór longu leiðina í Norðsjógvin fyrr í ár. Síðani er skipið gjørt endaliga klárt í norskari havn, og nú um dagarnar setti tað so kós móti endastøðini, Rosebank kelduni skamt úr Føroyum. 

[object Object]Petrojarl Rosebank og tangaskip í miðjuni við veitingarskipum av ymsum slag rundan um. 

[object Object]Eitt av mongu veitingarskipunum, sum er til arbeiðis á  Rosebank leiðini í løtuni. Fleiri av skipunum brúka Lerwick í Hetlandi sum útgerðarhavn, tó at okkurt teirra eisini hevur fingið veitingar í Føroyum. Stóri spurningurin er, hvussu tað man fara at eydnast føroyskum veitarum og havnum at fáa ein bita av køkuni kanska eisini samstarv við aðrar havnir og veitarar, nú stórt og vaksandi virksemi fer at vera eystan fyri Føroyar í mong ár í framtíðini. Um gongst sum oljuvinnan í Bretlandi ynskir tað, so fer økið millum Føroyar og Hetland, nevnt Atlantsmótið (Atlantic Margin) at gerast tann mest týðandi orkulandsluturin í Bretlandi komandi árini. (Mynd Lerwich Harbour)

Sambært heimasíðuni Marinetraffic.com liggur skipið á Rosebank leiðini saman við meira enn  10 offshoreskipum av ymsum slag, tvs. hjálparskipum, veitingarskipum, togarum og serútgjørdum skipum. Hesi hava ymsar uppgávur eitt nú at festa risastór akker og ketur í havbotnum á 1200 metra dýpi. Har skal Petrojarl Rosebank festast í havbotnin og liggja komandi nógvu árini. Tað er fyritøkan Altera, sum eigur og leigar skipið til Adura, ið  er ein samanlegging av Equinor og Shell í bretskum øki. 

Enn ein týðandi partur av fyrireikingunum er boringin av sjey avmarkingar- og vatnbrunnum, sum m.a. skulu vísa vegin til tey ymsu olju- og gassløgini og goymslurnar á stóru kelduni, har nøkur teirra kunnu ganga heilt vestur móti føroyska markinum. 

[object Object]Boripallurin Deepsea Atlantic er í løtuni á norskari skipasmiðju, har hann verður gjørdur klárur til at bora fleiri avmarkingarbrunnar á Rosebank í summar.  

Tað verður boripallurin Deepsea Atlantic hjá reiðaríinum Odfjeld, sum skal taka sær av hesi krevjandi uppgávuni. Sambært Marinetraffic varð hann stæddur á Rosebankleiðini herfyri, men fór síðani aftur til Noregs, har hann skal gerast klárur til at bora við Føroyar í summar.

Pallurin var fyri einum óhappi í apríl, tá hann misti BOP´in, sum av ókendum orsøkum brádliga fór til botns. Hóast eingin mansskaði hendi, so varð sagt, at pallurin skuldi til eftirlit og skuldi orsøkin til óhappið finnast, áðrenn hann kann fara til arbeiðis í Norðuratlantshavi. BOP útbúnaðurin skal tryggja, at skaði ikki hendir, um stórar nøgdir av gassi brádliga koma upp úr undirgrundini. 


[object Object]At nýggja olju- og gassleiðin Rosebank liggur nær Føroyum er m.a. siglingarleiðin hjá Norrønu gott dømi um. Tá Norrøna er komin væl áleiðis millum Hetland og Føroyar siglur hon tætt framvið Rosebank kelduni og virkseminum har.  

[object Object]Rosebank keldan er tann fyrsta av fleiri olju- og gasskeldum eystan fyri Føroyar, sum verður útbygd. Men fleiri av hinum keldunum standa eisini fyri at verða útbygdar eitt nú Cambo og Tornado. Felagið Ithaca, sum eigur keldurnar, leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til at fara undir útbyggingar. 

[object Object]Soleiðis fer skipið, sum skal taka ímóti olju og gassi á Cambo kelduni, einans 5 kilometrar frá føroyska markinum, at síggja út. Tað er nú boðið út at byggja til fleiri skipasmiðjur. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder