Uttanlands

Bora eftir goymslum til CO2

Fyri fyrstu ferð verður borað við vón um ikki at finna olju og gass

2019-11-29 13:08 Author image
Jan Müller
placeholder

Ein nýskapandi boring fer í løtuni fram í norska partinum av Norðsjónum, har endamálið ikki er at finna olju og gass men ístaðin at gera ein sonevnda turra boring. Tað er orkufelagið Equinor, sum saman við Shell og Total, stendur fyri boringini, ið hevur til endamál at finna eina goymslu ella umstøður til at goyma CO2 í undirgrundini.

Boriverkætlanin, sum verður framd av einum gomlu kenningi, nevniliga boripallinum West Hercules, er partur av eini størri verkætlan kallað “Northern Lights” til at fanga og goyma CO2 í Norra innan 2024. Brunnurin verður boraður sunnan fyri Troll oljukelduna á 2700 metra dýpi. Endamálið er at finna hóskandi grótløg og goymslumøguleikar fyri CO2. Hetta er partur av royndunum hjá Noregi at minka um CO2 útlátið.

Hetta við CCS (Carbon Capture Storage (Sequestion) hevur verið nógv at hoyrt um eina tíð, og fleiri projekt liggja á borðinum. Tí reelt, vilja fleiri vera við, er hetta einasti máti av álvara at minka um CO2 útlátið. Men hetta er ómetaliga dýrt og hvør skal gjalda?

Íslendingar hava í nøkur ár koyrt eina royndarverkætlan sum kallast CarbFix. Teir hava, sum skilst, dugað væl at marknaðarføre konceptið og hava fingið nógvan stuðul til hetta. Men nøgdirnar higartil eru mikroskopiskar.

Tað hoyrist, at umstøður eru eisini til at goyma CO2 í føroysku undirgrundini, tí okkurt bendir á, at permeablar basaltfláir sum tær føroysku eru vælegnaðar til goymslu.

Oljan.fo skilur annars, at ein verkætlan hevur verið frammi á DTU í Danmark, sum skuldi kanna reservoirmøguleikarnir í føroyskum basalti við nettupp CO2 goymslu fyri eygað.

Si leinkjur til málini:

 

https://www.npd.no/fakta/nyheter/generelle-nyheter/2019/haper-pa-torr-bronn-ved-troll/

 

https://subseaworldnews.com/2019/11/28/northern-lights-project-starts-exploration-drilling/

 

www.carbfix.com .

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder