Uttanlands

Danska stjórnin eggjar til grøna flogferðslu

Í síni nýggjársrøðu segði danski forsætisráðharrin, at Danmark ætlar, at flogferðslan skal vera grøn frá 2030

2022-01-02 22:48 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta merkir, at flogfør, sum reka innanlanda rutuflúgving í Danmark, ikki skulu brúka fossil brennievni frá 2030. Kortini legði Mette Fredriksen dent á, at loysnin at røkka hesum máli enn ikki er til steðar.

Danmark hevur sett fær fyri at skerja CO2 útlátið við 70% í 2030. Hon vísti á, at tá onnur lond í heiminum flyta seg ov seint á grønu leiðini, ynskir Danmark at ganga á odda fyri at røkka grønu málunum. Hon viðgekk, at tað fer at vera torført at røkka grønu málunum í flogferðsluni, men granskarar og fyritøkur arbeiða við at finna loysnir. Evropeiski framleiðarin av flogflogførum Airbus hevur kunngjørt ætlanir um at menna flogfør við vetni sum brennievni og sum skulu vera klár í 2035. 

Mette Fredriksen segði, at um vetni kann gerast framtíðar drívmegin hjá flogferðsluni við eitt nú at brúka varandi orku at røkka málinum, tá verður tað ein týðandi táttur í royndunum hjá Danmark at røkka sínum grønu málum. Kortini eru ivamál so sum, um tøknin verður klár til at avloysa fossilu orkuna. 

Eisini Svøríki hevur sett sær sum mál at gera innanlands flogferðsluna grøna í 2030. Eisini miðjar landið móti at gera altjóða flogferðsluna grøna í 2045. Í fjør kunngjørdi svenska stjórnin ætlanir um at krevja avgjald á flogvøllinum fyri flogfør, sum hava stórt útlát.

Í Fraklandi hava tey tikið stig til at banna innanlands flogferðslu, har ein ferð kann verða gjørd við toki heldur - undir 2,5 tímar. Henda nýggja royndin fer at fáa avleiðingar fyri ferðing  millum París og Nantes og Lyon og Bordeaux. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder