Uttanlands

Danskar havnir bjóða seg fram at gerast partur av vindorkumenning

 Havnin í Hanstholm er ein teirra, sum sær stórar møguleikar fyri menning í sambandi við uppsetan av túsundtals vindmyllum í Norðsjónum. 

Havnin í Hanstholm, sum ikki er ókend millum føroyingar og sum nú fer at leggja seg eftir at veita tænastur til framtíðar havvindmylnuútbyggingar til havs í Norðsjónum. Mynd Søfart

Havnin í Hanstholm, sum ikki er ókend millum føroyingar og sum nú fer at leggja seg eftir at veita tænastur til framtíðar havvindmylnuútbyggingar til havs í Norðsjónum. Mynd Søfart

2022-06-03 14:40 Author image
Jan Müller
placeholder

Ein risastór grøn orkuverkætlan í syðra parti av Norðsjónum kann uttan iva koma at gagna fleiri donskum havnum. Herfyri bórust tíðindini um, at fýra lond við Norðsjógvin, teirra millum Danmark og Týskland hava avgjørt at fara undir eina verkætlan, har tað skulu setast upp 10.000 vindmyllur til havs innan 2050. Haraftat skal byggjast ein stór vetnisverksmiðja nærhendis Esbjerg.

Men tað er ikki bert Esbjergøkið, sum liggur framvið og vil vera partur av nýggja grøna virkseminum. Eisini longur norðari í Jútlandi eru tey farin at fyrieika seg til nýggju tíðina við havvindmyllum. Havnabýurin Hanstholm ætlar sær ikki at vera eftirbátur men tvørturímóti fáa lut í nýggju orkuframtíðini við havvindmyllum. 

Havnin í Hanstholm ætlar at bjóða fram øki og pláss til ymsu partarnar av vindmyllunum, sum skulu setast upp í Norðsjónum. Myndugleikarnir síggja her nýggjar fíggjarligar møguleikar eins og teir vilja vera partur av grøna orkuskiftinum.

Hanstholm hevur longu avgjørt at ganga á odda at gera fiskarípartin av havnini til heimsins fyrstu CO2 fríu havn. Havnin er longu við at fyrireika grøna orkuveiting í havnini og skal henda koma komandi vindmylnumenning í grannalagnum til gagns og øvugt. Hetta skrivar Søfart.

Herfyri vitjaði kendur bretskur orkuserfrøðingur í Føroyum og undir vitjanini gekk leiðin eisini til Runavíkar Havn, har hann hitti umboð fyri havnina og ASB útgerðarhavnina. Hansara ráð vóru púra greið: fyrireikið havnina til at gerast framtíðar veitingarstað til bæði uppseting og tænastur í sambandi við framtíðar havvindmyllur kring Føroyar - tá tann tíð kemur. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder