Uttanlands

Donsk kjarnorkuverk til útlandið

Nú danski orkumarkaðurin ikki er tilreiðar at fara undir streymframleiðslu frá kjarnorkuverkum, eru mennarar av kjarnorku farnir at hyggja eftir útlandinum

2023-07-23 17:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er um feløgini Copenhagen Atomics og Seaborg, sum hava arbeitt við at menna smærri kjarnorkuverk at brúka í grøna orkuskiftinum. Eitt nú heldur Seaborg, sum mennir kjarnorkutøknina ikki nakra framtíð verða fyri teirra vørum í heimlandinum og er tí farið at hyggja út um landoddarnar. Ein orsøkin til lítla áhugan fyri danska orkumarknaðinum er, at kjarnorka er als ikki partur av almenna orkupolitikkinum. Tí eru aðrir marknaðir vornar meira áhugaverdir fyri tær báðar donsku fyritøkurnar skrivar Børsen.

-Vit hyggja sum heild eftir suðureysturasia. Har er ein stórur marknaður, nú londini vilja sleppa burtur frá fátækradømi. Og er tað upp til donsku fyritøkurnar, so kunnu fátækk lond skjótt koma burtur úr fátækradøminum við at brúka danska kjarnorkutøkni. Við nýggju kjarnorkutøknini hjá donsku fyritøkunum ber nevniliga til at menna streymorkuna eftir stuttari tíð.

Orsakað av veðurlagnum í hesum londum hava ikki somu atgongd til vind- og sólorku sum vit hava tað. Tey eru tí noydd til at framleiða streym við koli, gassi og øðrum orkumøguleikum. Og har vóna vit, at aðrir møguleikar kunnu vera tær kjarnorkuloysnir vit kunnu bjóða uppá sigur nevndarformaðurin í Seaborg, Troels Schonfeldt við Børsen.

Somu støðu hevur Copenhagen Atomics skrivar blaðið.

Hóast mótstøðan móti kjarnorku hevur verið stór í Danmark seinastu 40 árini, so vísir orkukjakið í 2023 alt fleiri, sum halda, at Danmark eigur at varpa ljós á kjarnorku sum part av grøna orkuskiftinum, nú kjarnorkuverk gerast smærri og smærri og einki útlát hava.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder