Uttanlands

Óhapp á boripalli ávegis til Føroya-leiðirnar

Deepsea Atlantic misti boriútgerð undir arbeiði í Norra

2026-04-21 18:02 Author image
Jan Müller
placeholder

Enn er óvist um eitt óhapp umborð á boripallinum Deepsea Atlantic, sum í næstum skal bora fleiri brunnar á Rosebank-kelduni eystan fyri Føroyar, fer at seinka útbyggingina, sum er í gongd. Eingin mannaskaði hendi undir óhappinum

Tað var nú um dagarnar, at pallurin av ókendari orsøk misti BOP útgerðina, sum fór til botns á 1100 metra dýpi í norskum øki. Hetta er útgerð, sum pallurin skal brúka, tá farið verður at bora tilsamans sjey brunnar eystan fyri Føroyar til várs. Hon hevur alstóran týdning, tá borað verður, tí hon skal forða fyri, at óvæntað gass brádliga kann spreingja boriholið. Hendingin verður nú kannað, meðan arbeitt verður við at fáa henda týðandi partin av boriútgerðini upp aftur av havbotninum. Pallurin er leigaður til á sumri í 2027. Óhappið hendi, tá pallurin varð við at gera klárt til ferðina til leiðina við Føroyar. 

[object Object]

Pallurin, sum norska borifelagið Odfjell Drilling eigur, skal bora á Rosebank kelduni 15 kilometrar frá føroyska markinum komandi mánaðirnar og gera klárt til framleiðsluna seinni í ár. Hann er leigaður av fyristøðufelagnum á Rosebank leiðini, ADURA, sum er ein samanlegging av Shell og Equinor. 

[object Object]

Framleiðsluskipið, sum skal taka ímóti oljuni komandi 25 árini, er ávegis í bretskan sjógv eftir umvæling í Miðeystri. 

Um somu tíð verður bíðað eftir, at bretskir myndugleikar endaligu skulu góðkenna útbyggingina, eftir at nýggj umhvørviskrøv eru kravd. Í løtuni er hvast orðaskifti millum politikarar og vinnuna, hvørvítt nýggjar olju- og gasskeldur í heila tikið skulu sleppa í gongd.

[object Object]


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder