Oljukeldurnar Rosebank og Cambo skamt frá føroyska markinum eru nú á tekniborðinum. Báðar verða eftir øllum at døma útbygdar.
Um somu tíð sum Føroya Løgting hevur samtykt 5. útbjóðing til oljuleiting boðar norski oljurisin Equinor frá, at gongd er komin á útbyggingarverkætlan fyri oljukelduna Rosebank eystan fyri Føroyar. Equinor, sum herfyri keypti seg inn aftur í Rosebank fundið frá Chevron, hevur nú gjørt av at bjóða út eitt framleiðslu- og goymsluskip, FPSO, ið verður kjarnan í útbyggingini.
Rosebank og Cambo liggja so tætt Føroyum, at útbyggingar kunnu fáa týdning fyri føroyska tænastu- og veitingarvinnu.
Mett verður at ein slík útbygging so nær føroyska markinum kann fáa týdning fyri framtíðar leiting í økinum, har lítil og eingin infrastrukturur finst. Við einum framleiðsluskipi á hesi fjarskotnu leiðini á Atlantsmótinum gerast onnur øki í grannalagnum meira áhugaverd, tí verða nýggj fund gjørd, kunnu tey í framtíðini binda í Rosebank framleiðsluskip ella útbúnað á havbotninum og eisini gera brúk av framtíðar gassleiðingum til Hetlands.
Hyggja vit nærri eftir komandi 5. útbjóðing við Føroyar og eisini tí komandi 32. útbjóðingini í Bretlandi, sum lata upp í summar, so miðja hesar eftir at finna olju- og gasskeldur báðumegin markið, ikki so langt frá Rosebank heldur. Enn ein útbygging á Cambo leiðini eitt sindur longur syðri á Atlantsmótinum og uppaftur tættari markinum er í løtuni á tekniborðinum og stendur til at fara í gongd í næstu framtíð. Tvs. at møguleiki er fyri, at tað í økinum eystan fyri føroyska markið innan nøkur fá ár verða tvær nýggjar framleiðslur í gongd, sum aftur kunnu fáa týdning fyri komandi fund eitt nú føroysku megin markið. Framleiðslurnar her og rørleiðingar, sum kunnu flyta gass til lands í Hetlandi, eru av ómetaliga stórum týdningi fyri framtíðina í øllum økinum. Sostætt eru tíðindini frá Equinor kærkomin fyri framtíðar føroysku leitingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald