Uttanlands

ES bannar nýggjum bensin- og dieselbilum frá 2035

Og eftir 2050 verður ólógligt at koyra við akførum, sum brúka bensin- og dieselmotor

2022-06-30 13:01 Author image
Jan Müller
placeholder

Nær skulu akfør, sum koyra við bensini og diesel útilokast á vegunum í Evropa. Hetta hevur verið eitt av kjakevnunum í m.a. ES øll hesi seinastu árini. Um somu tíð sum elriknir bilar vinna fram og fylla meira og meira á vegunum, nærkast dagurin, tá politikarar taka endaliga stigið og seta forboð fyri bæði bensin- og dieselbilum.

Nú bendir mangt á, at tað er meiriluti í ES fyri at seta bann fyri nýggjum bensin- og dieselbilum eftir 2035. Og frá 2050 verður bannað at koyra við hesum bilunum.

[object Object]

Tað eru so tey, sum halda, at tað gongur alt ov seint, tá hugsað verður um, hvussu stóra ávirkan bensin- og dieselbilar hava á veðurlagið við tí dálkandi útlátinum av CO2. Víst verður á, at við at bíða so leingi við at banna hesum dálkandi bilunum, er ES við til at seinka royndunum at minka um CO2 útlátið og harvið hitabroytingarnar, sum m.a. Paríssáttmálin sigur skulu ikki gerast hægri enn 1,5 stig.

Hinvegin verður víst á, at tað er eitt týðandi stig, sum ES vegna ein heilan heimspart tekur. Nú ræður so um at fáa restina av heiminum at fylgja góða fyridøminum hjá ES.

Í Danmark standa bensin- og dieselbilar fyri einum fimtingi av øllum CO2 útlátinum skrivar Politiken.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder