Innanlands

Förka fingið ískoyti til umhvørvisgóðkenningina

Umhvørvisstovan hevur veitt P/F Förka ískoyti til umhvørvisgóðkenningina í sambandi við ætlanina um at byggja ein nýggjan tilbúgvingar- og goymslutanga til K2-súrløgu á Skarðshjalla..

2026-11-05 17:01 Author image
Jan Müller

Nýggi tangin hevur eina rúmd á umleið 5.100 m³ og skal fyrst og fremst økja um goymsluorkuna til súrløgu frá alivinnuni, serliga í støðum, har stórar nøgdir av deyðfiski skulu handfarast eftir stuttari tíð.

Tangin verður ogn hjá P/F Salmon Proteins, men verður staðsettur á økinum hjá Förka og knýttur at verandi skipanum á biogassverkinum. Förka hevur umhvørvisligu ábyrgdina av tanganum.

Í ískoytinum eru millum annað settar treytir um uppsamling av møguligum útláti, ávaring móti yvirfylling, eftirlit og tilbúgving.

Verandi umhvørvisgóðkenning frá 2019 er framvegis galdandi saman við nýggju treytunum í ískoytinum.

Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Kærufreistin er 2. desember 2026.

Les ískoytið til umhvørvisgóðkenningina her

Les almennu kunngerðina her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald