Boðskapurin frá hesum mæta russiska orkustjóranum er eitt endurljóð av tí, sum Putin forseti hevur sagt aftur og aftur um avleiðingarnar av ES sanktiónunum móti Russlandi.
Russiski stjórin sigur sambært Bloomberg, at tað eru sanktiónirnar móti Russlandi, sum eru orsøkin til høgu orkuprísirnar. Hann sigur, at hesar eru ólógligar.
Hann er eisini ovfarin av, at oljufelagið BP hevur tikið seg úr Russlandi. BP hevur annars havt eitt sera tætt samstarv við Rosneft. BP hevur saman við Rosneft m.a. gjørt stórar íløgur í eina risastóra gassverkætlan í Russlandi, nevnd Vostok, sum sambært stjóranum í Rosneft er so mikið stór, at hon kann hava stóran týdning fyri orkustøðuna í heiminum.
BP hevur gjørt greitt, at tað fer at taka seg úr hesi verkætlan og harvið fer at missa 25 mia. dollarar. Rosneft stjórin sigur, at Vostok leiðin er líka stór sum øll orkan frá Norðsjónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald