Innanlands

Fólk skulu kenna seg trygg at skifta til grøna orku

- Øll vilja jú fegin vera grøn. Men tað má eisini kennast trygt at skifta frá eini vælkendari hitakeldu til okkurt nýtt. Tí er tað so týdningarmikið at gera eina ráðstevnu sum hesa, har fólk kunnu fáa alla vitanina, tey hava tørv á, á einum stað, sigur Bjørg Dam, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu um orkuráðstevnuna Ósvart, sum byrjar í morgin

Bjørg Dam, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu

Bjørg Dam, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu

2022-11-02 14:52 Author image
Jan Müller
placeholder

- At skifta hitaskipan er jú ein stór avgerð hjá fólki. Men tað er sera týdningarmikið at gera. Bæði tí tað er neyðugt fyri umhvørvið, og tí at vit jú síggja rundan um okkum, at tað er skilagott at vera leys av olju og oljuprísi, sigur Bjørg Dam, býráðslimur og forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu.

Hugskotið til orkuráðstevnuna fyri øll eigur Bjørg Dam, og tað spratt, tí hon metti tað vera neyðugt at geva fólki meira vitan um upphiting. Um fjarhitaskipanina, um jarðhita, um hitapumpur og um, hvussu kommunan planleggur í mun til upphiting. Tí tað er ikki longur so, at upphiting bert er eitt mál fyri einstaka húsarhaldið.

-Fyri nógv er tað tryggasta at knýta seg í fjarhitaskipanina. Og tí er tað sera týdningarmikið at vita, um tað er ein møguleiki – og nær. Men eisini aðrar loysnir – eitt nú felagsloysnir til eitt grannalag – bera til í dag. Og eru neyðugar, so hitaskipanin hjá einum húski ikki forðar fyri, at grannin eisini kann skifta, sigur Bjørg Dam.

Orkuráðstevnan Ósvart byrjar hósmorgunin kl 09.00, og er ókeypis. Umframt upplegg, kjak og fyrilestrar er ókeypis orkuráðgeving og orkushow fyri skúlabørn og familjur á skránni. Øll skráin sæst á www.torshavn.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder