Innanlands

Føroyska elframleiðslan vaksin við 54% í 10 ár

Føroyska elframleiðslan er støðugt vaksin seinastu árini. Frá 274 GWh í 2011 til 422 GWh í 2021 er vøksturin heili 54% skrivar Umhvørvisstovan

2022-02-07 16:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Olja er enn størsta og einasta fossila orkukeldan. Útbyggingin við vindorku í fyrru helvt av tíðarskeiðinum gjørdi, at oljuparturin minkaði niður í 40% í 2015. Síðani tá er oljuparturin bara vaksin ár um ár til hann í 2021 er omanfyri 60%. Orsøkin til hendan vøkstur er økta elnýtslan í samfelagnum sum heild og eisini, at fáar útbyggingar við varandi orku hava verið hetta tíðarskeiðið.

[object Object]

Sum tað sæst á mynd 1, verður el framleitt úr fimm ymiskum orkukeldum. Kelda SEV. 


Í 2021 var oljunýtslan til elframleiðslu 54.000 tons, sum kostaðu SEV 181 mió. kr.

Framleiðslan úr vatnorku hevur sveiggjað millum 93 GWh og 134 GWh og hevur í miðal verið 107 GWh. Ongin útbygging av vatnorku hevur verið hesi árini og avfalsnøgdirnar eru ymiskar frá ári til ár.

Vindorkan hevur givið størri íkast so hvørt sum nýggjar vindmyllur eru settar upp. Í 2021 vóru íalt 25 MW í rakstri og framleiddu tær 52,5 GWh.

Biogassverkið hjá Førka á Skarðshjalla hevur síðani tað byrjaði í 2020 havt eina rættiliga støðuga framleiðslu á umleið 1 MW. Í 2021 var samlaða framleiðslan 6,8 GWh ella 1,6% av føroysku elframleiðsluni.

Sólorka er enn á royndarstigi í Føroyum. Tað størsta sólorkuverkið er tað hjá SEV í Sumba, sum í 2021 framleiddi 0,18 GWh ella 0,05% av samlaðu elframleiðsluni.

El frá olju kostar sostatt í minsta lagi tríggjar ferðir so nógv sum el frá nýggju vindmyllulundunum.

Tær nýggju vindmyllulundirnar í Flatnahaga, á Gellingarkletti og á Eiði kunnu framleiða 220 GWh um árið. Sjálvt um tað fyrstu árini verður ein avbjóðing at fáa nógv meiri enn helvtina til høldar, er tað tó til ein prís undir 50 oyru/kWh, sum framvegis er nógv bíligari enn tey 69 oyruni/kWh, sum el úr olju kostar skrivar Umhvørvisstovan í tíðindaskrivi.

Nú um dagarnar hevði SEV eisini umfevnandi  frágreiðing um elframleiðslu og annað í tí sambandi. Meira fæst at vita um alt hetta á heimasíðunum hjá ávikavist SEV og Umhvørvisstovuni, har sera nógv viðkomandi og áhugavert tilfar finst eins og hagtøl og kurvar av ymsum slag, sum greina føroysku orkustøðuna. Vert er at fylgja við á m.a. hesum báðum heimasíðunum hjá teimum mongu, sum fylgja við gongdini innan orkuna í Føroyum. Fylgið eisini við á orkan.fo, sum somuleiðis fylgir orkugongdini bæði heima og úti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder