Eitt av heimsins størstu seismikkfeløgum, norska PGS, hevur í mong ár skotið og tulkað seismikk á Atlantsmótinum tvs. økinum millum Hetland og Føroyar. Úrslitið av hesum arbeiði hevur so eisini verið av stórum týdningi, tá oljufeløg hava sett borin í undirgrundina í hesum stóra økinum, og hevur verið við til at troffið við bæði olju- og gassgoymslur í undirgrundini.
Millum føroyingar er norska seismikkfyritøkan PGS eisini kend fyri tætta og týdningarmikla samstarvið við føroysku frálandsfyritøkuna Thor í Hósvík.
Herfyri boðaði PGS frá í tíðindaskrivi, at tað er farið í gongd við at nýtulka 3D seismikk í einum stórum øki framvið føroyska markinum, og síðani hesi tíðindi komu fram í vár, hevur felagið nærum tvífaldað kanningarøkið, sum liggur eystan og vestan fyri føroyska markið.
Felagið sigur, at nýtulking av seismikki, sum tess skip hava skotið fyri tíð síðani, verður gjørd, nú oljuvinnan hyggur longur og longur vestureftir, har nógv øki eru lítið kannað, og tað tískil eru møguleikar fyri, at olju- og gassfund, sum eru gjørd longur eystari á Atlantsmótinum, halda fram vestureftir.
Fyribils kanningar og tulkingar geva týðandi ábendingar um, at økið eystan fyri føroyska markið kann rúma enn ókendar nøgdir av olju og gassi. Upprunaliga var ætlanin at kanna eitt øki uppá 8000 ferkilometrar, men nú er talan um 16.000 ferkilometrar, og er áhugavert at staðfesta, at økið, sum í løtuni verður kannað, liggur fyri stóran part allan vegin fram við føroyska markinum og fleiri staðni inni á føroyska landgrunninum eisini. Kanningarnar vóru m.a. gjørdar í 2013 og 2015. PGS sigur í tíðindaskrivi, at vónirnar til at gera nýggj fund í økinum eru stórar, serstakliga nærhendis olju- og gasskeldum, sum longu eru funnar og har onkrar teirra eisini framleiða kolvetni í dag.
Áhugavert fyri bæði Bretland og Førpoyar
Ikki kann sigast annað enn, at hetta stigið er áhugavert fyri ikki bert Bretland men eisini Føroyar, nú tá nýggj orka verður løgd í at kanna undirgrundina í okkara nærumhvørvi meira nágreiniliga. At farið verður undir slíkar kanningar í eini tíð, har mótstøðan móti hesum orkusløgum er vaksandi, kann bert vera ein ábending um, at vónirnar til at finna olju og gass um okkara leiðir framvegis eru til steðar. PGS sigur víðari, at úrslitið av kanningini verður longu klárt í januar mánað næsta ár.
Tað áhugaverda við kanningini er eisini, at brúkt verður tann mest nútímans útgerðin til tulkingina, nevniliga breiðband, sum nettupp PGS hevur verið sera heppið við at brúka í sínum arbeiði kring heimin. Christoffer Watts frá PGS sigur, at tey við hesum kollveltandi kanningarháttinum eru før fyri at betra vitanina til øki, sum eru fjald av basalti eins og øki omanfyri basaltløg. Hesi liggja m.a. nær Føroyum.
Nýggja tulkingin kann koma sera væl við
PGS sigur annars í síni kunning, at fyri oljufeløg, sum longu hava funnið olju- og gasskeldur vestan fyri Hetland, kann nýggja tulkingin av seismikkinum koma væl við, tí hon fer at gera tað lættari hjá oljufeløgunum at peika út øki nærhendis verandi fund, har møguleikarnir eru størstir fyri at finna nýggjar goymslur í undirgrundini. Og kanningarnar koma so eisini sera væl við hjá oljufeløgum, sum hava fingið tillutað nýggjleitiloyvi, men sum enn ikki hava sett borin í.
Hyggja vit at kortunum frá PGS so gongur kanningarøkið heilt inn at markinum og fer fleiri staðni vestur um markið og inn á føroyska landgrunnin. Oljufeløg, sum hava loyvi her eystan fyri markið, eru m.a. Siccar Point Energy, Shell, Suncor, Athena, Corallian, Total, Equinor og BP. Kendastu keldurnar, sum longu eru funnar í økinum, eru Cambo, sum liggur heilt tætt upp at føroyska markinum eins og Rosebank, sum liggur eitt sindur frá markinum.
Soleiðis fer oljupallurin á Cambo-leiðini at síggja út og verður hann at síggja tætt við markið.
Hvat Cambo keldurni viðvíkur so hava Siccard Point og Shell latið inn umsókn til myndugleikarnar at byggja kelduna út til framleiðslu. Rættiligur rumbul hevur annars verið rundan hesa umsókn, tí umhvørvisfelagsskapir vilja steðga eini útbygging, meðan vinnan heldur útbyggingina hava alstóran týdning. Nú er upp til myndugleikarnar at taka endaliga støðu til umsóknina, hvat helst verður gjørt seinni í hesum árinum.
Um Cambo fær grønt ljós til útbygging, so er ætlanin at leggja gassleiðing frá føroyska markinum og víðari í verandi infrastruktur vestan fyri Hetland. Tað skapar heilt nýggjar møguleikar fyri eina framtíðina føroyska olju- og gassvinnu.
Aðrar útbyggingar, sum standa fyri framman, eru eitt nú Rosebank. Equinor, sum er fyristøðufelag, fer í 2022 at taka endaliga støðu til eina útbygging. Og síðani koma eisini aðrar stórar útbyggingar eystan fyri markið, Clair South hjá BP og Grendronach hjá Total.
Ætlanir eru at byggja út bæði Cambo og Rosebank oljukeldurnar skamt frá føroyska markinum. Enn ein kelda er funnin í økinum og uppaftur nærri Føroyum, Blackrock. Ætlanin er at bora enn ein leitibrunn millum hesa og markið í framtíðini. Hon kann vera "the missing link" til føroysku oljuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald