Uttanlands

Elektrifisering fyllir nógv á COP31 ST ráðstevnu

Elframleiðsla og elektrifisering hevur høga raðfesting á altjóða veðurlagsráðstevnuni  COP31  í Turklandi. .

Hóast minking av útláti serstakliga frá fossilum brennievnum stendur ovarliga á dagskránni í Turkalandi, so hava fyrireikararnir hesaferð lagt seg meira eftir at varpa ljós á møguleikarnar við at menna grøna orkuskiftið her við eitt  nú elbilum og hitapumpum. 

Hóast minking av útláti serstakliga frá fossilum brennievnum stendur ovarliga á dagskránni í Turkalandi, so hava fyrireikararnir hesaferð lagt seg meira eftir at varpa ljós á møguleikarnar við at menna grøna orkuskiftið her við eitt  nú elbilum og hitapumpum. 

2026-11-09 18:11 Author image
Jan Müller

Veðurlagsráðstevnan hjá ST, COP31, byrjaði  í Antalya í Turkalandi  í morgun, og eitt av høvuðsendamálunum við COP31 er at økja um elektrifiseringina av heimsbúskapinum. Hetta merkir, at bensin- og dieselbilar, gassfýringar og ávísar ídnaðartilgongdir, sum brúka fossil brennievni, skulu skiftast út við elektriskar loysnir.

Vertstjóðin fyri ráðstevnuna, Turkaland, hevur sett sær sum mál, at 35 prosent av orkutørvinum skal verða nøktaður við ravmagni í 2035. Í dag er talið umleið 20 prosent.

Tá ið lyftið um „35 í 35“ varð kunngjørt, segði forsetin fyri COP31, Murat Kurum, at hetta var “ein av teimum avgerandi súlunum“ í turkiska formansskapinum. Hann vísti samstundis á vandarnar við framhaldandi at vera bundin at innfluttum fossilum brennievnum.

Altjóða Orkustovnurin (IEA) hevur staðfest, at vit nú liva í "tíðarskeiði ravmagnsins“. Um verandi politisku lyftini verða hildin, fer elektrifiseringin á heimsstigi at økjast til 31 prosent í 2050.

Við at seta elektrifisering í miðdepilin á COP31 er ætlanin at byggja víðari á hesa gongd og fáa ferð á menningina av elorku. 

Hetta var eisini ein av niðurstøðunum á stóra orkutiltakinum hjá Varandi Heimur í Norðurlandahúsinum herfyri. Skal ferð setast á grøna orkuskiftið - hvat semja er um - er ein av fortreytunum av útbyggja elorkuna við eitt nú vindmyllum.  


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder