Henda metingin kemur frá fíggingarstovninum Goldman Sachs, sum ivast í, um framtíðar framleiðslan megnar at nøkta eftirspurningin um ikki heilt so langa tíð skrivar Bloomberg.
2023 verður nevnt sum árið, tá oljuprísurin møguliga kann vaksa til 100 dollarar fyri tunnuna og entá 110 dollarar. Í løtuni er prísurin umleið 80 dollarar. Greinarar halda, at hann fer í meðal at liggja um 85 dollarar í 2022.
Tað er ikki minst lækkandi íløgur í nýggjar útbyggingar og leiting, sum fær greinarar at ávara um ein skjótt vaksandi oljuprís. Ongantíð áður í 75 ár hevur verið funnið so lítið av olju og gassi sum seinasta árið. Og orsøkin til hetta er m.a. avmarkaðu íløgurnar í leiting. Alsamt fleiri fíggingarstovnar velja heldur at gera íløgur í varandi orkukeldur so sum vind, sól, vetni og kjarnorku. Og hetta kann koma aftur um brekku, tá hugsað verður um framtíðar oljuprísin. Og tað fer so at merkjast, tá virksemið í heiminum fer at økjast aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald