Í morgun varð sætt hátíðarhald á Vestaru bryggju í Havn, tá fyrsta elrikna tvíkiljan av sínum slag til alivinnuna varð víst fram og roynd fyri umboðum fyri landsstýrið, Umhvørvisstovuna, SEV, Mest og Bakkafrost og øðrum við tilknýti og áhuga fyri grøna orkuskiftinum í Føroyum.
Stjórin á Mest, Mouritz Mohr og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost hava júst undirskrivað handanina av nýggja elrikna alibátinum. Mynd Jan Müller
Hóast við somu kenslu og endamáli sum tá vindmylnulundir omanfyri Havnina sóu dagsins ljós, so kendist henda løtan eitt sindur øðrvísi. Grøna orkuskiftið á landi hevur longu tikið dik á seg, og nú er túrurin av álvara komin til sjógvin og sjóvinnuna, sum í dag eigur stóran part av útlátinum.
Stjórin í Mest, Mouritz Mohr bjóðar fyrstu gestunum umborð á seinasta nýbygningin hjá MEST, Grønarók og greiðir frá trygdini umborð. Mynd Jan Müller.
Talan er um eina slóðbrótandi verkætlan, sum hóast hon kann tykjast sum ein dropi í havinum, tá hugsað verður um stóru tøkini, ið skulu takast fyri at gera allan flotan grønan, so varð hetta eitt týðandi stig fyri ikki at siga byrjan. Og hóast vit hava sæð aðrar bátar í alivinnuni útgjørdar við battaríum til elrakstur, so er nýggjasti arbeiðsbáturin í føroysku alivinnuni nakað nógv meira. Hann er burturav rikin við elorku. Stóru battaríini umborð koma istaðin fyri dieselolju og kunnu løðast úr landi til sigling í 12 tímar.
Keypari og veitari í góðum lag.
Verkfrøðingar, handverkarar og onnur hjá Mest og øðrum fyritøkum við hava gjørt eitt megnar arbeiði og hava við hesum tiltaki sett út í kortið eina møguliga og vónandi heilt nýggja kós fyri mongu skipini og bátarnar í bæði fiski- og aliflota og innan almennu samferðsluna.
Talan er um eitt slag av granskingarverkætlan, sum hevur fingið stuðul frá Norðurlanda Ráðharraráðnum og í samstarvi við landsstýrið, ið ynskir at vera við til at rudda slóð fyri grøna orkuskiftinum í Føroyum.
Báturin, sum Bakkafrost her hevur umbiðið frá føroyskum veitarum, kostar 15 mió. kr. Roknað verður tó við at kunna byggja bíligari elriknar bátar í framtíðini og umhugsar Bakkafrost longu at kanna møguleikan fyri at umbyggja verandi aliarbeiðsbátar til burturav at verða riknir við streymi í framtíðini. Tó verða eisini aðrir møguleikar so sum vetni og øðrum orkuloysnum.
Mest, sum hevur staðið fyri arbeiðinum, vil heldur enn fegið átaka sær bæði at gera nýbygningar og at umbyggja verandi bátar og skip. Sum tíðin frálíður fer tað at vera munandi bíligari at reka slíkar bátar við streymi heldur enn við diesel. Og tá koma teir av hava minst møguligt ella als einki útlát.
Bakkafrost hevur í dag umleið 60 skip og bátar í sínum aliflota.
Undir hátíðarhaldinum hjá Mest í morgun vórðu bæði løgmaður Bárður á Steig Nielsen og Magnus Rasmussen, vinnu- og orkumálaráðharri tilsteðar umframt umboð fyri SEV og Umhvørvisstovuna eins og Mest og Bakkafrost.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald