Innanlands

Grønarók løðast við vindorku

-Spennandi verður at fylgja við, nú hesin el-rikni báturin verður settur í veruligan rakstur, og vónandi verða royndirnar so góðar, at fleiri av hesum tvíkiljum verða bygdar í komandi tíðum

Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV (næstur frá vinstru) saman við øðrum stigtakarum til royndarverkætlanina

Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV (næstur frá vinstru) saman við øðrum stigtakarum til royndarverkætlanina "Grønarók" stæddir í battarímaskinrúminum umborð á Grønurók. Mynd Jan Müller

2022-09-17 16:06 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta segði menningarleiðarin hjá SEV, Terji Nielsen, tá hann vegna SEV takkaði Umhvørvisstovuni og Bakkafrost fyri samstarvið í hesi spennandi royndarverkætlan, nú fyrsti alibáturin av sínum slag fer til arbeiðis á føroysku firðunum. Hann fegnaðist um, at vinnan raðfestir tað grøna og burðardygd í sínum virksemi:

-Føroyingar hava uttan iva verðsins besta laks - og nógvar spennandi og slóðbrótandi verkætlanir verða eisini framdar her á landi fyri at fáa ein so “grønan” og burðardyggan laks sum gjørligt.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Ein burðardygg alivinna er ikki longur bert eitt ynski ella ein idealisma. Mest sannlíkt fer hetta, í størri og størri mun, at verða sett sum krav frá keyparum – um ikki tað longu er soleiðis?

Í dag hátíðarhalda vit, at fyrsta føroyska tvíkiljan verður tikin í nýtslu, sum einans er el-rikin – og sum í størst møguligan mun fer at virka við grønari orku, ella rættari yvirskotsorku.

Yvirskotsorka er tøk varandi orka, ið ikki fæst til høldar á elnetinum, tí tann varandi orkuframleiðslan í løtuni er størri enn elnýtslan. Hetta fyribrigdið fara vit mest sannlíkt at síggja í árunum sum koma, nú stórar útbyggingar av vindorku verða framdar.

Fyri at tryggja, at tvíkiljan í størst møguligan mun verður lødd við hesi yvirskotsorku, hevur SEV – saman við øðrum veitarum – ment eina snilda stýriskipan, sum fer at gagnnýta hesa yvirskotsorku.

Við neyvum veðurforsøgnum hyggur skipanin fram í tíð, fyri at vita, hvussu nógv vindorka væntandi verður tøk næstu tímarnar og dagarnar - og við sokallaðari “Machine learning” dugir skipanin eisini at spáa um, hvussu samlaða elnýtslan í Føroyum verður næstu dagarnar. Útfrá hesum parametrum kann skipanin so siga, nær tað er mest skynsamt - og bíligast - at løða tvíkiljuna – og altíð tryggja, at tvíkiljan er lødd, tá arbeiðsdagurin byrjar.

Eg kann leggja aftrat, at hetta sama prinsippið er galdandi, tá tað umræður nærhitaskipanina í Leirvík – ið eisini er partur av hesi royndarverkætlan. Munurin er bert, at í staðin fyri at løða battaríir, so verða vatntangar hitaðir við yvirskotsorku, sum síðani hita hús og bygningar.

[object Object]Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV saman við stjóra á Umhvørvisstovuni og stjóri á SEV (Mynd: Jan Müller)

Vit koma frá eini tíð, har elframleiðslan skuldi tillagast eftir elnýtsluni, men hyggja nú inn í eina heilt nýggja tíð, har elnýtslan í ein stóran mun má tillagast varandi orkuframleiðsluni.

Tí er júst hendan verkætlan, fyri SEV, ein sera spennandi royndarverkætlan, har vit - yvir tíð - kunnu stýra sokallaðari “fleksiblari” elnýtslu, ella tað, sum vit kalla “Flexnýtslu”, so hendan passar best í mun til framleiðsluna úr varandi orkukeldum.

Kemur hendan gløgga stýriskipanin at rigga soleiðis, sum vit bæði vænta og vóna, so er ikki óhugsandi, at aðrir “Flexnýtslu”-kundar kunnu knýtast í stýriskipanina.

Fyrst mugu vit nú síggja skipanina koyra í eina tíð, og um neyðugt gera tær tillagingar, ið skulu til, so tann tekniska loysnin virkar sum hon skal.

Spennandi verður eisini at fylgja við, nú hesin el-rikni báturin verður settur í veruligan rakstur, og vónandi verða royndirnar so góðar, at fleiri av hesum tvíkiljum verða bygdar í komandi tíðum.

Við hesum orðum fari eg, vegna SEV, at takka Umhvørvisstovuni og Bakkafrost fyri samstarvið og ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við bátinum, sum vónandi verður tykkum til stóra gleði og umhvørvinum at gagni – og at tit, ið koma at brúka bátin, í orðsins sanna týdningin, fara at fáa arbeiðsfrið – uttan óljóð frá larmandi diesel motorum segði Terji Nielsen m.a. undir hátíðarhaldinum á Mest hósdagin. 

[object Object]


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder