Heimsins størsta oljufelag er komið eitt týðandi stig nærri at verða skrásett á partabrævamarknaðinum. Myndugleikarnir í Saudi Arabia hava nú góðkent eina skráseting av Saudi Aramco. Roknað verður við at skrásetingin fer at verða tann størsta nakrantíð og seta met á børsinum. Sambært keldum verður grundarlagið undir skrásetingini lagt fram um eina viku.
Ætlanin at fáa Aramco á partabrævamarknaðin hevur verið frammi síðani 2017 og er vorðin útsett fleiri ferðir. Ein orsøk til tað er tann, at krúnprinsurin í Saudi Arabia hevur verið ónøgdur við virðismetanina av felagnum. Hann hevur sjálvur lagt upp til, at felagið hevði eitt virði uppá 13.380 mia. kr. Tað hava fíggjarstovnar í bæði USA og Bretlandi ikki verið samdir í. Tí verður Aramco partabrævið fyri fyrst sett til sølu á børsinum í Saudi Arabia. Sambært Bloomberg er krúnprinsurin gingin við til at selja partabrøvini til ein prís, sum svarar til eitt marknaðarvirði uppá umleið 1700 mia. dollarar svarandi til 11.375 mia. kr.
Ætlanin er í fyrstu atløgu at selja millum 1 til 2% av partabrøvunum. Peningurin, sum almenna oljufelagið í Saudi Arabia roknar við at fáa inn, skal brúkast til at gera íløgur í aðrar tættir í landinum, soleiðis at tað verður minni bundið at oljuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald