Heimsins størsta oljumessa í Houston avlýst.
Koronasáttin hevur stóra ávirkan á oljuvinnuna og harvið eisini á tær mongu ráðstevnurnar, sum plaga at vera í summartíðini.
Nú hava stigtakararnir til heimsins størstu oljumessu, "Offshore Technology Conferance" í Houston í USA avgjørt heilt at avlýsa messuna, sum skuldi vera hildin í mai. Fyrst varð hon útsett fyri nú at vera avlýst. Orsøkin er tann, at so mikið nógvar aðrar oljumessur eru útsettar til seinni í ár, at stigtakararnir meta ikki, at pláss eisini er fyri hesi messuni tá.
Oljumessan ONS, sum verður hildin í Stavanger annaðhvørt ár, og har nógvir føroyingar vanliga vitja, verður eftir øllum at døma ikki avlýst ella útsett men verður hildin í døgunum frá 31. august til 3. september.
Leif Johan Sevland, stjóri, sigur við altjóða miðlar, at enn er eingin broyting. Messan verður hildin sum ætlað, men fylgt verður væl við fráboðanum frá myndugleikunum og gongdini á koronaøkinum. Føroyar hava í mong ár luttikið á ONS men ikki tær seinastu ferðirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald