Uttanlands

Risastór sólorkulund skal leggja Avstralia á odda í grøna orkuskiftinum

Avstralska stjórnin hevur samtykt at geva umhvørvisloyvi til heimsins størstu sólorkulund

2024-08-23 20:55 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast Avstralia framvegis framleiðir bæði kol og gass í stórum nøgdum til egið brúk og til útflutnings, so leggur stjórnin seg eftir at ganga á odda á varandi orkuøkinum eisini og hevur givið grønt ljós til eina risastóra sólorkulund “The Williamsdale Solar Farm” sunnan fyri Canberra.

Sambært verkætlanini skulu sólpanel setast upp í einum risastórum øki í norðuravstralia. Hesi skulu framleiða so mikið nógvan streym, at umframt til egna nýtslu skulu hesi eisini vera grundarlag fyri einum útflutningi av streymi til Singapore. Umframt ein kaðal uppá 800 km. á landi skal ein undirsjóvarkaðal  leggjast á havbotnin úr Darvin til Singapore uppá góðar 4000 kilometrar. Talan er um eina verkætlan uppá 19 mia. dollarar.

[object Object]Avstraliski umhvørvisráðharrin Tanya Plibersek, sum vil gera landið til leiðandi varandi orkustórvelið í heiminum 


“The Australia-Asia PowerLink” verkætlanin, sum hon verður kallað, skal kunna framleiða 6 Gigawatt av grønum streymi árliga. Verkætlanin skal sambært avstralska umhvørvismálaráðharranum Tanya Plibersek gera Avstralia til eitt stórveldi – superpower – á varandi orkuøkinum, sum skal vera við til at menna búskapin.  Sólorkulundin skal gera Avstralia til leiðara av reinari grønari orku.

Stórt arbeiði liggur fyri framman, áðrenn endalig avgerð kann takast. Men roknað verður við, at endaliga íløguavgerð kann takast í 2027. Fyrsti streymurin frá orkulundini verður framleiddur eftir 2030. Nýggja sólorkulundin skal kunna veita streym til 3 mió. húsarhald eins og til ídnaðin í landinum. Aftrat hesum kemur so útflutningurin av streymi til Singapore, um so er, at tann parturin av verkætlanini gerast veruleiki.

Orkuspurningurin hevur leingi verið eitt stríðmál í Avstralia. Kola- og gassframleiðsla hava so mikið stóran týdning fyri avstralska búskapin, at tað hevur verið torført hjá teimum politikarum, ið vilja koma fossilari orku til lív, at sannføra meirilutan av politisku skipanini at fara burtur frá kolvetnum. Andstøðan í landinum ynskir at byggja kjarnorkuverk at taka í brúk í 2035 til tess at nøkta orkutørvin.

Nú bendir so okkurt á, at landið gongur eini framtíð á møti á orkuøkinum, sum verður bæði svørt og grøn. Avstralia verður annars mett at vera eitt av teimum londunum í heiminum við tí størsta CO2 útlátinum.

Kelda BBC

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder