Hann tók stig til ráðstevnu um varandi orku fyri tveimum árum síðani - á Giljanesi - saman við vinnufyritøkum og stovnum. Hesaferð hevur hann valt sjálvt ráðstevnuhjartað í landinum, Norðurlandahúsið sum karm um enn eina ráðstevnu og framsýning um grøna orkuskiftið. Og tað valið fegnast hann um, tí - sum hann sigur - Norðurlandahúsið er fantastiskt til eitt slíkt aktuelt tiltak, bæði til fyrilestrar og til fyritøkur at vísa fram. Avgjørt besta staðið til slíkt stórt tiltak.
Frá "heita" orðaskiftinum fyrra ráðstevnudagin. Mynd Jan Müller
Maðurin er Høgni Rasmussen, sum í fleiri áratíggju m.a. hevur arbeitt í reklamubransjuni. Hesaferð má sigast, at hann hevur rakt í plett - at døma eftir undirtøkuni fyrra dagin. Har vóru ikki færri enn 10 áhugaverdir og háaktuellir fyrilestrar, sum endaðu við einum spennandi orðaskifti. Og har vóru tíggjutals fyriøkur, sum vístu fram sínar vørur og tænastur innan varandi orku. So sanniliga eitt væl fyrireikað og háaktuelt tiltak við tungtvigandi sponsorum sum Vinnuhúsinum, SEV, Umhvørvisstovuni, Tórshavnar Kommunu og alifyritøkuni Hiddenfjord.
Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord og Høgni Rasmussen, stjóri í Høgra. Mynd Jens K. Vang
Tiltakið heldur fram í dag og er serstakliga ætlað familjum við børnum. Har verða aftur nógvar framløgur.
Orkuportalurin fekk orðið á Høgna Rasmussen fyrra ráðstevnudagin. Hann sigur, at upprunaliga varð orsøkin til, at hann tók stig til slíkt tiltak, ein stór niðurgongd í reklamuvinnuni men eisini áhugin fyri tíðarrákinum í samfelagnum.
-Eg havi altíð hugsað um, hvat man kann gera fyri at varpa ljós á aktuell mál í samfelagnum, og her var tað spurningurin um burðardygd, sum eg helt manglaði umrøðu - manglaði ein góðan. Og eg haldi, at nettup heitið "Grøn orka loysir seg” er sera viðkomandi í dagsins samfelag. Tað fevnir ikki bara um útlátið, men eisini um at tað loysir seg so sanniliga eisini fíggjarliga serliga nú oljuprísirnir eru ovurhøgur. Tað loysir seg fyri hvønn einstakan, fyri vinnuna og fyri samfelagið alt t.d. at fáa sær hitapumpu, sólpanel ella vindmyllur.
Heitið fyri tiltakið í dag er “Privat húsarhald og møguleikar at fáa grøna orku.”
Kl 10:00 Vælkomin. Xperiment framførir.
Kl 10:15 Hvønn hugburð hava fólk til orkuskiftið? (Eyðna Joensen, Sev)
Kl 10:30 Hvussu fáa vit húsarhald við lágum inntøkum við í orkuskiftið? (Ragnar Mouritsen, Fróðskaparsetrið)
Kl 10:45 Staðseting av hitaloysnum og grannaatlit (Marius Müller, Tórshavnar kommuna)
Kl 11:00 Steðgur
Kl 11:25 Sólatlas – eitt amboð til øll sólorkuáhugað (Rasmus Poulsen, MSc í burðardyggum orkuskipanum)
Kl 11:40 Sólorka á tekjum og veggjum (Bengt Arne Storsveen, Solskifer og Haakon Fivelstad, Spilka Building Solutions)
- Snøggar loysnir, ið sameina orku, byggitøkni og sniðgeving. (Bengt Arne Storsveen, Solskifer og Haakon Fivelstad, Spilka Building Solutions)
Kl 11.55 Gleðin við at framleiða egna orku. Sólorka á garasju (Ólavur Jóannesarson Hansen)
Kl 12:10 Miðmáli
Kl. 13:00 Fígging til orkuskifti (Katrin Á. Hansen, Føroya Banki)
Kl 13:15 Fíggjarligt frælsi við grønari orku (Cecilia Nolsøe Sørensen)
Kl 13:30 Elbilar – ein avbjóðing við møguleikum fyri elnetið (Bjarti Thomsen, Umhvørvisstovan)
Kl 13:45 Løðiloysnir kring landið (Uni Reinert Petersen, Sev)
Kl 14:00 Hetta lærdu vit. Samanumtøka við Bjørt Samuelsen og Una Arge.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald