Uttanlands

Hertz bíleggur 100.000 elbilar frá Tesla

Leigubilfyritøkan Hertz hevur bílagt 100.000 elbilar frá Tesla til eitt virði uppá 4,2 mia. dollarar. Samtíðis er virðið á Tesla hækkað til 1000 mia. dollarar.

2021-10-26 17:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Bilframleiðslu og leigubilfyritøkurnar Tesla og Hertz ruddaðu forsíðurnar í altjóða miðlum í gjár, tá leigubilafyritøkan Hertz kunngjørdi, at hon hevði bílagt ikki færri enn 100.000 elbilar frá elbilframleiðaranum Tesla. Hetta er størsti einstaki sáttmálin, sum Tesla hevur gjørt og fingu tíðindini Tesla partabrævið á Wall Street at hækka og rakk fyritøkan eftir tað fyri fyrstu ferð eitt virði uppá 1000 mia. dollarar. Hon telist harvið millum fleiri av heimsins størstu fyritøkur so sum Apple, Amazon og Microsoft. Eisini er Tesla fyrsti bilframleiðarin, sum hevur rokkið hetta vegamótið.

[object Object]

Tesla skal lata fyrstu leigubilarnar til Hertz longu í næsta mánað og teir  seinastu í seinnu helvt av 2022. Talan er um Tesla Model 3. Til tess at kunna nøkta tørvin á løðistøðum kring heimin, hevur Tesla júst sett í gongd eina útbygging av løðistøðum her ikki minst kring alt USA. Um somu tíð hevur fyritøkan tikið í nýtslu eina risastóra bilframleiðsluverksmiðju í Týskalandi.

[object Object]

ES hevur avgjørt, at allir bilar skulu hava null útlát í 2035. Skjótast at skifta til elbilar gongur tað í oljulandinum Norra. Har hevur sølan av elbilum veruliga tikið dik á seg og eru 9 av 10 seldum bilum elriknir.


Keldur: Bloomberg. E24, Reuters

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder