Karl Eirik Schjøtt-Pedersen hevur júst fingið føroysku Oljubókina frá starvsfelaga sínum, Jan Müller, stjóra á FOÍB, (Føroya Oljuídnaðarbólkur), sum er systurfelag til Norsk Olje og Gas. Høgrumegin teir báðar er formaðurin í danska systurfelagnum, her á eini oljuráðstevnu í Oslo í fjør.
Nú um dagarnar bórust tíðindini um, at karismatiski og royndi stjórin í máttmikla oljufelagsskapinum, "Norsk Olje og Gas", Karl Eirik Schjøtt-Pedersen, leggur frá sær. Hann hevur røkt henda mest týðandi sessin í norsku oljuvinnuni seinastu fimm árini. Hesa tíðina hevur havt sett síni avgjørdu fingramerki á hesa mest týðandi vinnuna í Noregi og hevur tryggjað henni framhaldandi menning í nærum øllum liðum.
Nú hann leggur frá sær verður nógv gitt í norskum miðlum, hvør orsøkin man vera til, at hann fer frá júst nú. Onkur heldur hann er undir trýsti frá pørtum av limunum í Norsk Olje og Gas, sum halda, at hann raðfestir oljumenningina ov høgt uttan at taka nóg stór atlit til nýggja grøna trendin við størri denti á at sameina oljuframleiðslu og atlit til umhvørvi og veðurlagið. Hesum hevur hann sjálvur avgjørt víst aftur.
Onnur halda, at hann hevur verið ein sera góður umboðsmaður fyri vinnuna, sum í dag telur nærum 300.000 starvsfólk og stendur fyri meira enn einum fjórðingi av norska búskapinum. Starvsfelagar hámeta hansara arbeiði og ótroyttiliga áhuga og stríðsanda til frama fyri oljuvinnuni sum heild.
Karl Eirik Schjøtt-Pedersen var annars ein kendur persónur í norskum politikki í meira enn 20 ár bæði sum stórtingslimur og ráðharri. Hann hevur millum annað verið fíggjarmálaráðharri og fiskimálaráðharri. Eitt skifti var hann eisini høgra hond hjá sjálvum forsætisráðharranum.
Schjøtt-Pedersen kemur upprunaliga úr Finnmørkini í Norður-Noregi, og er kendur fyri at hava týðuligar meiningar. Eingin ivi er um, at við honum við róðrið hevur norska oljuvinnan havt góðar dagar og hevur hann verið við til at leggja lunnar undir framtíðar virksemið eisini. Hann vitjaði nøkur ár herfyri í Føroyum, har hann m.a. nýtti høvi til at støkka inn á gólvið hjá føroyska systurfelagnum FOÍB á Bryggjubakka í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald