Uttanlands

Kongur tekur risa oljukeldu alment í brúk

Johan Sverdrup er millum tær størstu oljukeldurnar á norska landgrunninum nakrantíð

2019-12-09 14:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað verður eingin minni enn norski kongurin, sum fer at taka eina ta størstu oljukelduna í norskari oljusøgu, Johan Sverdrup, alment í brúk. Hetta hendir 7. januar og tríggjar mánaðir eftir, at framleiðslan byrjaði á hesi risakelduni. Skulu vit døma eftir teimum innbodnu til hendingina, so er hon eftir øllum at døma ein stórhending í norskari vinnusøgu, tí bæði forsætisráðharrin, Erna solberg og olju- og orkumálaráðharrin Kjell-Børge Freiberg vera til steðar til almennu upplatingina. Hon fer fram úti á feltsentrinum í Norðsjónum, har tey fimm feløgini, Equinor, Lundin, Petoro, Aker BP og Total taka ímóti gestum.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder