Uttanlands

Longboat hjá Graham Stewart vind í seglini

Byrjanin hjá oljufelagnum Longboat Energy hevur verið rúkandi. Fyribils eru 100 mió. kr. teknaðar í partapeningi

2019-11-27 12:13 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað hevur eydnast fyrrverandi Faroe Petroleum leiðsluni við Graham Stewart á odda at útvega teirra nýggja olju- og gassfelag, Longboat Energy, knappar 100 mió. kr. í partapeningi á alternativa børsinum, nú felagið er farið av bakkastokki í London. Hetta kemur aftrat íløguni, sum leiðslan í Longboat sjálv hevur valt at gera í nýggja felagið, uppá umleið 8 mió. kr. Væntandi byrjar handilin við partabrøvum 28. november á børsinum í London. Nýggi stjórin í felagnum, Helge Hammer sigur, at hetta er eitt sera gott høvi til at byggja upp eitt leiti- og framleiðslufelag eftir stuttari tíð. Ætlanin hjá felagnum, sum í løtuni ongar oljuognir hevur, er at keypa upp ognir fyri millum 10 og 500 mió. dollarar á bretska og norska landgrunninum. Hesar skulu ætlandi fíggjast við nýggjum partapeningi skrivar New York Times.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder