Uttanlands

Miseydnaðar oljuboringar á Atlantsmótinum

Tveir brunnar vestan fyri Hetland gjørdust vónbrot fyri kinverska oljufelagið CNOOC

2019-10-25 12:50 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Cragganmore gasskeldan liggur har norðuri á Atlantsmótinum, meðan Howick leitimiðið liggur sunnan fyri Clair oljukelduna.

Kinverska oljufelagið CNOOC kunnger nú, at tað hevur verið óheppið við tveimum leitiboringum vestan fyri Hetland. Talan er um brunnarnar, Cragganmore og Howick, sum liggja miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið.

Howick leitibrunnurin, sum varð boraður við pallinum Island Innovater sunnan fyri stóru Clair oljukelduna, var turrur. Cragganmore avmarkingarbrunnurin, ið varð boraður av OceanGreat White longri norðuri á Atlantsmótinum, gav heldur ikki tað úrslitið, sum kinverska felagið hevði vónað.

Báðar hesar boringarnar hava eisini havt tilknýti til Føroyar. Seinastu mánaðirnar hava vit við jøvnum millumbili sæð tvey reyðmálað frálandsskip hjá danska reiðaríinum Esvagt ligið fyri teym á Vestaru bryggju í Havn, har tey hava skift manning og fingið ymsar vørur og tænastur. Bæði skipini, sum hava havt fleiri føroyingar umborð, hava veitt tænastur til Cragganmore og Howick boringarnar.

Tíðindini um væntandi úrslitini av umrøddu boringum kunnu uttan iva tulkast sum eitt bakkast fyri Atlantsmótið, hóast at tað ikki ber til at gera nakra niðurstøðu sum heild av hesum stóra økinum  Aðrar boringar á Atlantsmótinum seinastu mongu árini hava tó verið meira hepnar og hava havt við sær útbyggingar og framleiðslu.

Seinastu vánaligu úrslitini kunnu koma at merkja, at oljufeløg fara at vera meira varin, áðrenn tey gera av at seta borin í undirgrundina. Tað fer so sjálvandi fyrst og fremst at vera mett út frá prospektivitetinum í tí einstaka økinum, tvs. um eitt nú seismiskar kanningar og boringar fyrr peika tann rætta vegin.

[object Object]

Reyðu frálandsskipini hjá Esvagt hava seinastu mánaðirnar ferðast millum boristøðini til havs og Havnina.

Boriúrslit og føroysk oljuleiting

Nú kundi so verið spurt, um seinastu boriúrslitini kunnu ávirka áhugan fyri teimum báðum leitiútbjóðingunum á bretska og føroyska landgrunnunum, sum eru opnar í løtuni! Tað er sjálvandi ilt at meta um, tí umrøddu brunnar liggja nakað væl burtur frá høvuðsøkjunum nær markið, sum eru boðin út. Men turrir brunnar í einum øki kunnu hava psykologiska ávirkan á bæði oljufeløg og íleggjarar.

Herfyri kunngjørdi eitt av feløgunum, sum hevur rakt við olju tætt við føroyska markið, Siccar Point, at tað metir seinastu boringina har, Blackrock, sum væleydnaða og hevur felagið í umbúnað at skjóta nýggjan seismikk, sum so aftur skal vera grundarlagið undir eini nýggjari boring í 2021 - fáar kilometrar frá markinum.

Sæð við føroyskum brillum, so er stórur spenningur um, hvønn áhuga júst hetta felagið saman við tess partnara, Shell, fer at hava fyri føroysku útbjóðingini, nú feløgini eru tey, sum hava flest loyvi upp til markið.  Tað svarið fáa vit 12. november, tá útbjóðingin letur aftur - um somu tíð sum tann bretska. So enn stendur alt í óvissuni, tó at oljuportalurin skilur, at tað hevur verið stórur áhugi millum oljufeløg at fáa ókeypis data frá føroyskum myndugleikum. Tíðin vil so vísa, um hesi saman við aðrari vitan um økið er nóg mikið til at vera grundarlag undir umsóknum. Onnur feløg, sum vit gita kunnu hugsast at hyggja at føroyska leitiøkinum, kunnu vera Total og BP, ið eru tey feløgini, sum  í dag eru mest virkin á Atlantsmótinum. Aftrat hesum koma so nøkur smærri og meðalstór oljufeløg.

Oljuportalurin umrøddi eisini spurningin um føroysku útbjóðingina á altjóða oljumessuni "Offshore Europe" í Aberdeen í farna mánað. Tá upplýsti umboð fyri eitt av oljufeløgunum, sum er virkið á Atlantsmótinum, at tey eru sera fegin um og væl nøgd við datatilfarið tey hava fingið ókeypis frá føroyskum myndugleikum og verður umhugsað at senda umsókn. (Sí grein á oljan.fo í september)

 

[object Object]Her føroyska og bretska útbjóðingin, sum letur aftur 12. november.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder