Tað gongur rætta vegin við at seta upp nýggju vindmylnulundina í Flatnahaga, millum Havnardal og Oyggjarvegin. Veðrið hevur tó verið óstøðugt. Mjørkin darvaði eitt sindur í seinastu viku, men tað gongur sum ætlað.
![]()
Finn Jacobsen, stjóri í Magn, sigur, at SEV, sum er undirveitari í hesi verkætlan, er komið væl áleiðis við at leggja káplar og at gera háspenningsarbeiðið.
![]()
Oyggjarvegurin varð avgrivin, soleiðis at háspenningskáplar kundu leggjast tvørtur um til koblingsstøðina á Húsareyni. Hetta er gjørt í tøttum samstarvi við SEV, sum samstundis leggur nýggjar káplar til Sandoyartunnilin, nú Oyggjarvegurin skuldi gravast av.
![]()
Sum tað sær út, so verða tað góð veðurlíkindi fram til mikudagin, so tá skuldi tann fjórða myllan verið komin væl áleiðis.
Myndir: Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald