Nú Russland stongir eina gassleið til Evropa fyri og aðra eftir hevur Bretland gjørt avtalu við Norra um at keypa meira gass í vetur og komandi árini. Avtala er gjørd millum norska Equinor og bretska Centrica.
Avtalan skal tryggja bretsku orkuveitingina komandi trý árini skrivar Offshore Energy. Við nýggju avtaluni fær Bretland 1 mia. kubukkmetrar av gassi aftrat um árið, soleiðis at samlaði innflutningurin av gassi úr Norra verður 10 mia. kubikkmetrar um árið.
Norra verður við hesi avtaluni við til at tryggja ein triðing av samlaða gasstørvinum hjá Bretlandi. Gassið fer til at hita upp 4,5 mió. húsarhald í Bretlandi. Norsk gassframleiðsla fær støðugt størri týdningi fyri orkuveitingartrygdina í Evropa eftir russisku innrásina í Ukraina.
Tað skal geva Bretlandi størri veitingartrygd, nú Russland hevur skrúvað fyri gassinum til fleiri lond í Evropa
Eftir undirskrivingina av stóru gassavtaluni millum Norra og Bretland. Fv. stjórin í Equinor og hm. stjórin í Centrica saman við bretska vinnuráðharranum Kwasi Kwarteng.
Í byrjanini av innrásini gjørdu norsk orkufeløg og stjórnin eina ætlan fyri, hvussu Norra í framtíðina kann økja um sína gassframleiðslu fyri at nøkta vaksandi eftirspurningin í Evropa, her serliga ES. Equinor, sum er høvuðsmotorurin í hesi framleiðsluni, lat fyri stuttum uppaftur gassverksmiðjuna á Melkøya, ið hevur alstóran týdning fyri evropeiska marknaðin. Eisini hevur Equinor fingið loyvi frá myndugleikunum at økja um framleiðsluna á stóru gassleiðunum, Troll, Heidrun og Snorre.
Bretski vinnuráðharrin Kwasi Kwarteng er sera fegin um nýggju avtaluna við Norra. -Um somu tíð sum vit menna orkuskipanina við bíligari varandi orku og seta ferð á kjarnorkuna, so koma vit eisini at hava tørv á gassi í fleiri tíggjuár. Hann sigur, at tað ræður um at hava avtalur við framleiðandi lond, sum man kann hava álit á. Og soleingi varandi orkan ikki nøktar eftirspurningin ber ikki til at skrúva fyri verandi orkukeldunum.
Bretska stjórnin hevur annars sett út í kortið ein nýggjan skatt á olju- og gassfeløg, sum skal gera tað lættari hjá húsarhaldunum at rinda fyri ovurhøgu prísirnar. Samtíðis gevur stjórnin feløgum, sum vilja gera nýggjar íløgur í olju- og gassvirksemi í Norðsjónum og her eisini vestan fyri Hetland, undantak fyri 90% av skattinum. Tað kann koma at hava stóra ávirkan á eitt nú íløgur í nýtt virksemi eystan fyri føroyska markið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald