Tað eru bert fýra mánaðir síðani, at grunnurin rakk enn einum vegamóti við 18.000 mia. kr.
Orsøkin til gongdina er vøkstur á marknaðunum, peningaflytingar frá stjórnini og ein veik norsk króna.
Tað hevur gingið rættiliga væl at økja virðið á grunninum. Í november 2020 varð upphæddin 11.000 mia., í juli 2021 12.000 mia., í januar 2023 13.000 mia., í februar 2023 14.000 mia., í mai 2023 15.000 mia., í desember 2023 16.000 mia., í mars 2024 17.000 mia. og í juli 2024 18.000 mia. og nú 19.000 mia. kr.
Tað merkir 3,4 mió. fyri hvønn borgara í Norra. Tað eru sera neyvar reglur fyri, hvussu nógv ein norsk stjórn kann brúka av pengum úr grunninum á hvørjum ári. Núverandi norska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon ætlar at brúka umleið 570 mia. kr. árliga úr grunninum til umsiting av norska samfelagnum.
Kelda: E24.no
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald