Um somu tíð sum bretska stjórnin bannar nýggja leiting í Norðsjónum, er støðan beint tann øvugta í norska partinum av sama Norðsjógvi. Her verður leitað sum ongantíð áður, og her verða gjørd olju- og gassfund aftur og aftur. Tað seinasta nærhendis stóru Kvitebjørn leiðini, har Equinor saman við øðrum oljufeløgum hevur rakt við gass í avmarkingarbrunnum á Afrodite leiðini nærhendis.
![]()
Hjá Equinor leggja tey stóran dent á hetta seinasta fundið, tí tað ber boð um, at nógv gass framvegis er at finna í norsku udirgrundini í sonevndum búnum økjum, tvs. økjum, har tað hevur verið leitað áður og har nógv gass longu er funnið og útvunnið. Samtaksstjórin hjá Equinor fyri leiting og framleiðslu, Kjetil Hove fegnast um úrslitið av seinastu avmarkingarboringunum. Hesar hava stóran týdning fyri framtíðar vónirnar til at finna uppaftur meira gass á longu kendum økjum.
-Vit leggja stóran dent á framhaldandi leiting á norska landgrunninum. Equinor heldur tað eru møguleikar at finna meira gass og arbeiðir miðvíst við at finna størri goymslur. At gera fund sum hetta seinasta er eisini við til at økja um sannlíkindini fyri at varðveita framleiðsluna á norska landgrunninum og harvið eisini veitingarnar av orku til Evropa sigur Hove sambært Equinor.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald