Uttanlands

Nú kemur ferð á norska havvindorku ævintýrið

Norska stjórnin hevur tikið av tilboði at útbyggja havvindorkuna á norska landgrunninum  frá samtakinum Ventyr, ið hevur eigarar í Belgia, Hálandi, Japan og Svøríki. 

2024-03-20 12:32 Author image
Jan Müller
placeholder
Tað hevur leingi verið stórur spenningur um, hvørt nakað felag ella samtak fór at bjóða uppá fyrstu risastóru norsku havvindútbjóðingina “Sørlige Nordsjø 2”, nú hon er so stór og umfevnandi. Fleiri samtøk eisini norsk vóru prekvalifiserað og nú varð so upp til tey at koma við tí besta tilboðnum. Og valið fall á Ventyr, sum er heimahoyrandi í Belgia við eigarum í bæði Belgia, Hálandi, Japan  og Svøríki eisini. Aftrat hesum er norska fyritøkan “Northsea” eisini partnari. 

[object Object]

Á tíðindafundi fyri løtu síðani greiddu orku- og oljuráðharrin Terje Aasland og forsætisráðharrin Jonas Gahr Søre frá avgerðini at taka av tí besta tilboðnum at byggja út havvindmyllur og kaðalar til lands at framleiða 1500 MW. Streymframleiðslan verður 6-7 terawattímar (TWh) árliga.

Hetta er so bara byrjanin til eina nógv størri havvindætlan hjá norsku stjórnini innan 2040 at hava bygt út havvindorkuna til 30GW. (30.000 MW). Tá henda útbygging er liðug fer hon at framleiða eins nógvan streym sum øll vatnorkan í Norra. 

[object Object]

[object Object]
[object Object]
Teir báðir vóru sera væl nøgdir við tilboðið frá Ventyra, sum teir søgdu var eitt fíggjarliga sera sterkt samtak við drúgvum royndum innan havvindorku. Eisini løgdu teir stóran dent á, at ein norsk orkufyritøka er partur av samtakinum, sum nú fer undir at byggja út fyrstu stóru havvindlundina á norska landgrunninum.

Longu nú kundu teir eisini siga við vissu, at henda menningin av havvindi í Norra fer at skapa nógv arbeiðspláss í Norra og varð tað í hesum føri nevnd ein fyritøka við drúgvum royndum á økinum, Aibel. Ein fyritøka, sum føroyskar fyritøkur hava tætt samstarv við. 

[object Object]

Vinnaraboðið er uppá 115 oyru fyri kilowatttíman. Stjórnin tryggjar ein ávísan prís fyri streymin, sum verður latin frá havvindprojektinum. Um marknaðarprísurin er lægri, so má stjórnin rinda útbyggjaranum, men er marknaðarprísurin hægri enn garantiprísurin, so fær staturin pengar. Útbyggjarin fer í mesta lagi at kunna fáa 23 mia. kr. í stuðuli frá statinum yvir eitt 15 ára tíðarskeið. 

Íløgan í verkætlanina er mett til 80 mia. kr. 

Bæði orkuráðharrin og forsætisráðharrin gjørdu vart við á tíðindafundinum fyri løtu síðani, at við hesi útbygging fer Norra at røkka langt í sínum CO2 málum. Hon fer eisini at vera við til at menna sunnara og eystara partin av Norra og harvið skapa nógv nýggj arbeiðspláss í økinum. Umframt at  økja um varandi orkuna fer útbyggingin eisini at hava týdning fyri norska vinnu sum heild. -Hetta er ein sera góð byrjan uppá eina gongd, sum hevur til endamál at minka um CO2 útlátið segði forsætisráðharrin. 

[object Object]

Teir fýra útbjóðararnir vóru: 
  • Aker Offshore Wind, BP og Statkraft
  • Equinor og RWE
  • Shell, Lyse og Eviny
  • Ventyr (belgiska Parkwind, sum japanska fyritøkan Jara eigur samann við Ingka Group, sum er móðurfelag hjá svaenska Ikea. 
Annars hava havvindverkætlanir kring heimin her serstakliga í USA og Bretlandi verið fyri stórum bakkøstum í seinastuni vegna dýrkandi útreiðslur, hægri rentur og inflatión. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder