Nú er enn styttri millum almennu løðistøðirnar í Føroyum. Á Effo støðini í Skálfirði er nýggj løðistøð sett upp, sum gevur møguleika at løða upp til tríggjar ferðir skjótari enn ‘vanligu’ skjótløðistøðirnar.
Tað skrivar SEV á heimasíðuni.
Løðistøðin, sum er ein alpitronic Hypercharger við trimum DC stikkum, er staðsett inn frá landsvegnum og er lætt atkomulig. Enn hevur ikki verið møguligt at asfaltera økið, men hetta verður gjørt, so skjótt veðrið loyvir tí.
Effo og SEV samstarva um 150 kW skjótløðistøðina, sum ger tað munandi høgligari hjá elbilaeigarum at ferðast um oyggjarnar.
- Effo í Skálafirði hevur nógv ár á baki og er eitt natúrligt knútapunkt fyri ferðslu og orkuveiting, tí er tað sjálvsagt fyri okkum at veita elbilaeigarum hesa tænastu eisini, sigur Janus Thomsen, stjóri á Effo.
Afturat DC skjótløðistøðini er ein AC løðistøð sett upp. Hon er mest ætlað bilum, sum ikki kunnu løða við DC. Klárt verður at løða í Skálafirði frá klokkan 15 í dag, skrivar sev.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald