Í næsta grannalag okkara fyri eystan á Atlantsmótinum er nú seinasta hond løgd á eina umfevnandi umhvørvisfrágreiðing yvir stóru Cambo olju- og gasskelduna, sum eftir ætlan skal fara undir framleiðslu í 2023.
Goymslu- og framleiðsluskip á Cambo kelduni, soleiðis sum vit helst koma at síggja tað frá føroyskum øki um ikki so mong ár.
Oljufelagið Siccar Point Energy hevur júst latið bretskum myndugleikum drúgvu frágreiðingina, sum skal vera grundarlag undir komandi útbyggingini av hesi kelduni, ið er tann á bretska landgrunninum, ið liggur næst Føroyum. Hon er bert góðar tveir kilometrar frá markinum. Ein av heimsins oljurisum, Shell, er eisini partur av hesi verkætlanini. Av tí at keldan liggur so nær føroyskum marki hava okkara myndugleikar eisini fingið hana tilk kunningar og viðmerkingar.
Jonathan Roger, stjóri í Siccar Point Energy, sær stórar framtíðar møguleikar á markinum til Føroyar
Cambo varð funnið í 2002 og eru umleið seks brunnar boraðir har síðani fyri at avgera støddina og plaseringina av kelduni. Hon verður mett at goyma 900 mió. tunnur av olju, har gass eisini er ein partur. Ætlanin er at taka endaliga avgerð um útbygging tíðliga í 2020 sigur stjórin í felagnum Jonathan Roger, sambært Energy Voice. Útbyggingin verður í tveimum stigum. Fyrsta stigið fevnir um 150 mió. tunnur av olju. Í løtuni verður kannað, hvar skilabest er at byggja eitt goymslu- og framleiðsluskip (FPSO) til hesa komandi nýggju oljuleiðina á Atlantsmótinum beint eystan fyri føroyska markið.
Blackrock, sum liggur tætt við føroyska markið, kann fáa stóran týdning fyri framtíðina í økinum. Siccar Point fer at skjóta nýggjan seismikk í økinum longu í næsta ár.
Oljufelagið Siccar Point Energy er eitt tað mest virkna í økinum nær Føroyum. Saman við Shell hevur tað sett út í kortið fleiri útbyggingar. Ein er Cambo, sum verður kjarnin í einum sokallaðum framleiðslu Hubbi. Ein onnur er at knýta gassleiðirnar Tornado og Suilven, ið liggja eitt sindur longur syðri á landgrunninum uppí Cambo og enn ein er Rosebank, sum liggur har norðuri í grannalagnum, og sum saman við Cambo kann skapa grundarlag fyri eini gassleiðing frá hesum fjarskotna økinum á Atlantsmótinum til lands í Hetlandi ella at verða knýtt í gassleiðing úr Norðsjónum til Skotlands.
Fyrr í ár varð ein brunnur boraður á Blackrock leitimiðinum millum Cambo og føroyska markið. Fyrstu tíðindini um úrslitið av boringini vóru eitt sindur óviss men nú sigur stjórin í felagnum, at talan varð um eina sera væleydnaða boring, ið fer at fáa stóran týdning fyri hetta økið í framtíðini. Umframt at skjóta nýggjan seismikk longu komandi ár er enn ein brunnur á skránni á hesi leiðini í 2021. Enn er eisini møguleiki fyri, at henda nýggja olju- og gassleiðin eisini gongur inn á føroyskt øki. Til tess at kunna staðfesta tað krevjast fleiri kanningar.
Vit síggja ymsar útbyggingarmøguleikar av undirstøðukervinum eystan fyri markið. Nakrar gassleiðingar ganga beinleiðis til Sullom Voe terminalin í Hetland, meðan aðrar fara framvið Hetlandi og knýta í gassleiðing, sum gongur frá Norðsjónum til Skotlands. Keldan er umhvørviskanningin, sum Siccar Point hevur latið myndugleikunum. Sí leinkju til hesa niðanfyri.
Bretskir oljumiðlar skriva, at Atlantsmótið er við at taka yvir leiklutin sum mest týðandi olju- og gassøkið á bretska landgrunninum. Higartil hevur Norðsjógvurin havt størstan týdning fyri Bretland, men seinastu árini hevur økið millum Hetland og Føroyar yvirhálað Norðsjógvin, og tað vísir seg, at stór oljufeløg sum BP, Total, Shell og Equinor hava ætlanir fyri at menna sítt olju- og gassvirksemið vestan fyri Hetland.
Ein trupulleiki er tó avmarkaða undirstøðukervið (infrastruktururin) í økinum. Her er tað serstakliga tørvur á gassleiðingum, sum kann gerast ein forðing fyri menning í framtíðini. Hvat viðvíkur útbyggingini av Cambo og seinni eisini av Rosebank nærhendis, so eru har ítøkiligar ætlanir um at leggja gassleiðingar á havbotnin. Men serfrøðingar gera vart við, at óvist er, um hesar ætlaðu gassleiðingar á Atlantsmótinum eisini megna at taka ímóti gassi frá øðrum framtíðar keldum.
Her leinkja til umhvørvisfrágreiðingina, sum verður nevnd:
Cambo Oil Field, UKCS Blocks 204/4a, 204/5a, 204/9a and 204/10a
Environmental Impact Assessment (EIA)
http://www.siccarpointenergy.co.uk/uploads/20191108_Cambo_ES.pdf
Her partur av útbúnaðinum á havbotninum á Cambo kelduni úr umhvørviskanningini hjá Siccar Point.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald