Hann var stæddur í heimlandinum Nigeria, sigur Opec frá á Twitter fyri løtu síðani. Barkindo skuldi júst til at halda røðu á eini orkuráðstevnu í Nigeria, tá hann bráddliga doyði.
Barkindo varð nógv avhildin sum leiðari av OPEC fyrisitingini síðani 2016. Hann stóð á odda fyri Opec í einum av teimum mest turbolentu tíðarskeiðunum í søguni hjá Opec, skrivar Bloomberg.
Tað var stutt eftir, at hann tók við sum stjóri, at Opec, sum vit annars kendu tað, varð víðkað við fleiri londum og fekk navnið OPEC+. Millum hesi londini vóru Russland, Sudan og Azerbajan. Tað verður Haitham Al-Ghais úr Kuwait, sum tekur við eftir Barkindo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald