2022-09-23 09:32
Grøna orkuskiftið í Suðuroy ávirkar Pálshøll. Svimjihylurin er tengdur at avlopshita frá elverkinum í Vági, men seinastu tíðina hava motarnir staðið meira ella minni stillir.
Í vikuni mátti Vágs kommuna taka avleiðingarnar og stongja, tí brúsurnar í umklæðingarrúmunum vóru kaldar og hyljarnir enn kaldari enn vanligt.
Men nú er gongd í elverkinum í Vági aftur, og Pálshøll boðar í morgun frá, at opið er aftur sum vanligt.
Pálshøll læt upp í oktober 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald