Norska orkufelagið Equinor skal veita natúrgass til týska orkufelagið VNG fram til endan av 2044. Sáttmálinhevur eina gildistíð yvir 18 ár og er tann longsti gassølusáttmálin, síðani Troll-sáttmálarnir vórðu undirskrivaðir í 1986. Hetta kunnar felagið um í morgun.
![]()
Sambært sáttmálanum skal Equinor veita VNG upp til 15,3 TWh (umleið 1,4 milliardir rúmmetrar)av natúrgassi árliga.
Gassveitingarnar verða latnar til Trading Hub Europe (THE), týska gassmarknaðarøkið og byrja 1. januar 2027.Veitingarnar halda fram til endan av 2044.
![]()
-Hesin sáttmálin vísir, at stórir ídnaðarkundar í Evropa hava tørv á langtíðarveitingum av gassi. Við okkara drúgvasamstarvi við VNG og álítandi framleiðslu frá norska landgrunninum er Equinor væl fyri at nøkta henda eftirspurningog vera við til at tryggja orkuveitingina í Evropa í mong ár framyvir,sigur Anders Opedal, konsernstjóri í Equinor.
Opedal sigur við NRK í morgun, at við hesi avtaluni er Norra við at veita Týsklandi orkutrygd í mong ár. Hon er eitt dømi um, at heimurin hevur álit á Norra sum stabilur framleiðari av orku. Tað letur eisini dyrnar upp fyri nýggjum íløgum í olju og gass - bæði framleiðslu og leiting.
Fyrstu natúrgassveitingarnar úr Noregi til eystara part av Týsklandi fóru fram í 1996, og nýggi sáttmálin byggirvíðari á hetta væl etableraða samstarvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald