Uttanlands

Rávørugreinari: Møguligur oljuprísur 350 dollarar fyri tunnuna

Norski rávørugreinarin Bjarne Schieldrop heldur, at oljuprísurin kann fara upp í loft, um Ísrael ger av at bumba iranskar oljustøðir. Í ringasta føri kann hann fimmfaldast.

2024-10-04 11:55 Author image
Jan Müller
placeholder

Stórur møguleiki er fyri, at oljuprísurin fer at hækka, nú Ísrael hóttir við at fremja bumbuálop á oljuútbúnað í Iran. Tað kann bera við sær himmalhøgar oljuprísir heldur norski greinarin sambært e24.no.

Í gjár gjørdi amerikanski forsetin Joe Biden viðmerkingar til óstøðugu støðuna í Miðeystri, eftir at Iran sendi rakettir móti Ísrael í vikuni. Biden sigur sambært Bloomberg, at tað eru samrøður um eitt álop úr Ísrael á oljustøðir í Iran. Eftir viðmerkingarnar frá Biden var norski greinarin í amerikonsku tíðindarásini CNBC, og har spardi hann ikki uppá krútið.

-Um oljustøðir í Iran verða bumbaðar og oyðilagdar og tað fer at ávirka útflutningin úr Iran og minka um hann við 2 mió. tunnum um dagin, tá fer marknaðurin at seta spurningin, hvat fer at henda í Hormuz sundinum. Tað fer sjálvandi at hækka prísin.

-Um Ísrael bumbar oljuútbúnaðin í Iran, so fer oljuprísurin at hækka til 80, 90 ella 100 dollarar fyri tunnuna, og tað megnar heimurin væl at rinda. Vit hava nokk av olju sigur Schieldrop við E24. Men verður avleiðingin av bumbanini í Iran enn størri, tá fer prísurin at hækka enn meira.

– Verður Homuzsundið blokerað so tosa vit um 20% av heimsins oljuveiting, sum kemur út hvønn dag, og sum brádliga hvørvur. Hendir tað so tosa vit um eina nógv størri hækking. Tvs. um prísurin er 70 dollarar í dag, tá verður hann 350 dollarar. Oljuprísurin hevur ongantíð verið hægri enn 147,47 dollarar fyri tunnuna, og tað var í 2008.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder