COP31 í Antalya í Turkalandi endaði í morgun við eini stórari ósemju – og uttan eina endaliga politiska veðurlagsavtalu, sum fevnir um størsta stríðsmálið – eina skrivliga avtalu um útfasan av olju, gassi og koli. Hetta skrivar Sky News.
ES, Panama og fleiri onnur lond kravdu eina greiða avtalu um at minka um nýtsluna av fossilum brennievnum. Hetta var ikki við í seinasta og endaliga uppskotinum.
Ósemja var eisini um, hvussu nógv rík lond skulu gjalda fátækari londum fyri at tillaga seg til veðurlagsbroytingar.
Endaliga uppskotið staðfestir eisini, at heimurin er á leið móti at fara upp um 1,5 hitastig.
Somuleiðis leggur uppskotið dent á meira varandi orku, betri elnet og minni metanútlát. Ìstaðin fyri at nevna útfasan av kolvetnum leggur uppskotið dent á týdningin av grøna orkuskiftinum við m.a. fangan og goymslu av CO2.
![]()
COP31-forsetin, Murat Kurum, váttaði í morgun sambært Reuters, at eingin semja var um endaliga avtalutekstin.
![]()
Hvat merkir so úrslitið av COP31:
- Eingin nýggj stórpolitisk veðurlagssemja varð gjørd
- Londini varðveita framvegis sínar verandi skyldur undir París-avtaluni
- Ósemjan um fossil brennievni og fígging verður tikin upp til komandi samráðingar.
![]()
Greinarar siga, at ein orsøk til, at tað ikki eydnaðist at røkka eini semju, er støðan hjá eitt nú USA, sum fyrst tók seg úr Parísavtaluni og síðani ikki hevur viljað verið við til COP ráðstevnur. Hetta hevur givið eitt nú oljuframleiðandi londum sum Saudi Arabia “vind í seglini” til at kunna seta dagskránna og at kunna halda fram ótarnað við oljuframleiðsluni skrivar DR, hvørs journalistur í Turkalandi skýrir ráðstevnuna sum tað reina kaos.
Næsta COP verður í Addis Abeba í Etiopia í 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald