Uttanlands

Rumbul í Hetlandi og Orknoyggjum um russisk tangaskip

Í farnu viku varð eitt russiskt tangaskip í Hetlandi eftir olju, samtíðis sum Russland gjørdi innrás í Ukraina. Í morgin kemur enn eitt russiskt skip eftir olju í Orknoyggjunum. Røddir í oyggjunum vilja hava Boris Johnson at taka russisk tangaskip við í komandi sanktiónspakkan

Eitt av russisku skipunum, sum skal lasta olju í Orknoyggjunum í morgin.

Eitt av russisku skipunum, sum skal lasta olju í Orknoyggjunum í morgin.

2022-02-28 17:27 Author image
Jan Müller
placeholder

Hjá grannum okkara fyri sunnan, Hetlandi og Orknoyggjum, hevur rumbul og ónøgd  tikið seg upp í sambandi við, at tangaskip, sum russiskt reiðarí eigur, lasta olju í oyggjunum.

Tá tangaskipið “Challenger” í farnu viku fylti tangarnar á Sullom Voe oljuterminalinum nærhendis Lerwick í Hetlandi, varð gjørt vart við russisku innrásina í Ukraina. Í morgin fer ein líknandi hending fram í grannaoyggjunum, Orknoyggjum. Tá kemur enn eitt russiskt tangaskip eftir oljulast. Í báðum førum er talan um olju, sum fyri ein part er framleidd á oljukeldum eystan fyri Føroyar. Oljan í Sullom Voe skuldi til Svøríkis. 

Nú hevur so tingmaðurin í bretska parlamentinum fyri Orknoyggjar og Hetland, Alister Carmichael, heitt á Boris Johnson um at taka málið  um russisk skip í bretskum havnum til viðgerðar. Í hesum førunum er talan um eitt av heimsins størstu reiðaríum innan flutning av olju og gassi,  Sovcomflot, sum eigur tey bæði skipini. 

[object Object]

Oljuterminalurin í Sullom Voe í Hetlandi

Í morgin skal tangaskipið  NS Champion leggja at í Scapa Flow í Orknoyggjum og lasta olju. Og tað hevur fingið kenslurnar fram hjá tingmanninum fyri báðar oyggjabólkarnar: 

-Tað vil vera at vanæra tey mongu, sum doyðu her undir veraldarbardaganum í stríðnum móti fasismuni. Tá doyðu fleiri enn 835 mans, í oktober 1939, tá bretska herskipið Royal Oak varð sókt av einum týskum kavbáti. At loyva einum russiskum tangabáti at leggja til kei í sama Scapa Flow, nú Russland hevur gjørt innrás í Ukraina, er einki minni enn ein vanvirðing av teimum, sum stríddust móti fasismuni undir krígnum.

[object Object] 

Oljuterminalurin Flotta í Scapa Flow í Orknoyggjunum

[object Object]

Royal Oak varð sókt av týskum kavbáti í Scapa Flow undir seinna heimsbardaga

Talsmaður fyri bretska forsætisráðharran hevur svarað mótmælunum og sagt, at hetta eru mál, sum stjórnin er farin at kanna nærri í sambandi við, hvørjar sanktiónir Bretland skal seta í verk móti Russlandi og russiskum fyritøkum. 

Tað er so ein sannroynd, at USA longu hevur sett russiska reiðaríið Sovcomflot á sín sanktiónslista. Um Bretland fer at gera tað sama er enn óvist. 

-Vit eru í ferð við at umrøða málið við skotsku stjórnina, og sanktiónir móti russiskum skipum verður so nakað, sum verður tikið upp í samband við tann pakka av sanktiónum, sum avgerð verður tikin um. 

Umboð fyri Orkney Islands Council sigur, at tey eru í eini sera torførari støðu. -Vit viðurkenna tær kenslur, sum fólk hava - kenslur vit deila - men vit eru bundin at lógum og reglum at loyva skipunum henda vegin, soleingi bretska stjórnin ikki hevur givið okkum onnur boð. Eisini umboð fyri myndugleikarnar í Hetlandi sigur, at tey hava ongan møguleika fyri at nokta skipum, sum hava gjørt avtalur um flutning av olju, at koma at bryggju í Hetlandi. Í hesum førinum er talan um avtalu millum BP og russiska reiðaríið at flyta olju.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder