Uttanlands

USA lopið á iransku oynna Kharg

90 prosent av oljuni, sum verður útflutt úr Iran, verður útflutt umvegis Kharg, sum USA leyp á í nátt.

Amerikanski forsetin, Donald Trump boðar á Truth Social frá, at USA hevur lopið á iransku oynna (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump boðar á Truth Social frá, at USA hevur lopið á iransku oynna (Mynd: EPA)

2026-03-14 15:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA hevur í nátt okkara tíð lopið á iransku oynna Kharg.

Sambært amerikanska forsetanum, Donald Trump hevur USA oyðilagt øll hernaðarmál á oynni.

– Eg havi valt ikki at oyðileggja oljuundirstøðukervið á oynni. Men fara Iran ella nakar annar at gera nakað, sum órógvar fríu og tryggu skipaferðsluna gjøgnum Hormuzsundið, fari eg alt fyri eitt at endurskoða ta avgerðina, skrivar amerikanski forsetin á sín egna sosiala miðil, Truth Social.

Oyggin, sum hevur eina stødd á umleið 20 ferkilometrar, er umleið 25 kilometrar frá iranska meginlandinum.

90 prosent av oljuni, sum verður útflutt úr Iran, verður sambært The Guardian útflutt umvegis Kharg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder